Illa umstríddi vegurin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin, verður heldur ikki gjørdur í ár. Tað hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, staðfest í Løgtinginum. Tórbjørn Jacobsen [...] ikki at koma við eykajáttanum í ár til útbyggingingar. Men samgongan ætlar sær í næstum at gera eina langtíðarætlan fyri tær íløgur, sum skulu gerast hesi næstu árini og í hesi ætlanini fer hon at royna [...] hvussu verður vorðið við hesum vegastrekkinum, ið hevur verið eitt stríðsmál nú í fleiri ár. Annika Olsen staðfestir, at í lógini um skúlan eru 40 milliónir settar av til tunnilin, men at tað strekkir ikki
føddur í Leirvík í 1962, sonur Elsu, f. Lervig, úr Leirvík, og Brynjolf Jacobsen, av Syðradali á Kallsoynni, sum var lærari í Leirvík í mong ár og seinni stjóri í Norðoya Sparikassa. Brynjolf doyði í 1999 [...] Havnar í 1978, tá hann fór á studentaskúla, eftir at hann fyrst hevði gingið 7 ár í barnaskúla í Leirvík og síðani 3 ár í realskúla í Fuglafirði. Í 4 ár búði hann hjá Hildu Fossá í C. Pløyensgøtu í Havn [...] Jacobsen arbeitt í Føroya Banka í samfull 25 ár. Sigmar fór í læru í Føroya Banka í Havn 3. august 1981 og tók samstundis HMX-skúlan á Føroya Handilsskúla í eitt ár. Tá var skúlagongdin um kvøldið í Kommunuskúlanum
til dystin byrjar kl. 12 í bowlinghøllini í Leirvík í morgin. Har verður andlistmálin, tónleikur og annað, ið skal seta tey i Gøtu og Leirvík upp til dystin. - Eg eri klárur í Víkingablusu, andlistmáling [...] eru sera spent til finaluna í morgin og vit vænta okkum ein fantastiska harðan dyst! Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstóri í Eysturkommunu. Hann er klárur til finaluna í Løgmanssteypinum millum Víking [...] ing og alt. Vit fara all in í morgin, sigur Jóhan Christiansen. Bussur fer úr Leirvík suður til Havnar kl. 15.30 í morgin og tað ljóðar, at Víkingur hevur selt eini 1300 atgongumerkir, so tað verður óiva
markerað í Leirvík, tá ið sólin sendir fyrstu strálurnar yvir bygdina. Soleiðis verður tað eisini í ár. Sólarkaffi verður í bygdarhúsinum nú sunnudagin, 10. februar, tá ið Bygdarhúsfelagið í Leirvík bjóðar [...] møguleiki at ogna sær bóka- og fløguútgávur, sum leirvíkingar hava givið út. Sólarkaffi í bygdarhúsinum í Leirvík verður sunnudagin klokkan 15. [...] seinastu árini givið høvi til at hittast til ein kaffimunn og tær tiltiknu góðu køkurnar, sum kvinnur í bygdini lata. Á skránni hesa ferð er m. a. Elinborg Pálsdóttir, sum fer at framføra nøkur løg, og nakrir
brúkast til at gera veg í Leirvík til Norðoyatunnilin, verða brúktir aðrastaðni í Eysturoynni Tað upplýsti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, í Løgtinginum fyrrapartin. -Í Leirvík hendir millum lítið og [...] aðra vegagerð í Eysturoynni, segði landsstýrismaðurin, tá hann svaraði einum spurningi hjá Kára P. Højgaard, sum vildi hava at vita, um játtanin verður brúkt og til hvat. Á fíggjarlógini í ár eru 18 milliónir [...] summir tingmenn á, at tað enn ikki er eydnast at finna eina loysn á drúgvu trætuni um tunnilsegin í Leirvík, og at viðurskiftini viðvíkjandi ognartøku framvegis ikki eru komin uppá pláss.
Sjúrður Eliasen, bygdarráðsformaður í Leirvík. Jógvan Gregersen, bygdarráðsformaður í Gøtu. Hallbjørg Hansen, býráðsformaur í Fuglafyrði. Jón Ingi Ejdesgaard, bygdaráðslimur í Oyndarfirði. Jákup Hentze Foldbo [...] ir fara at tosa og hugleiða um eldrapolitikkin - orðstýrari verður Marius Jacbsen í Leirvík. Juel J. Høgnesen, Leirvík og Óli Johannesen, Fuglafirði fara at undirhalda við tónleiki. Fyrireikararnir siga [...] siga frá. Andreas Petersen, kommunulækni fer at siga frá um heilsustøðuna og røktartørvin hjá eldri í oynni. Eftir hetta verður pall-borðsfundur, og pallborðsluttakararnir eru hesir. Helena Dam á Neystabø
hjá Haranga í Gøtu. 1. apríl 1979 byrjaði hon á deildini hjá Føroya Banka í Saltangará, har var hon í 5 ár, síðan var hon eisini 10 ár á deldini í Leirvík og seinastu 10 árini í Føroya Banka í Fuglafirði [...] Søldarfirði. Hon er gift við Árna Lervig úr Leirvík, tey eiga trý børn: Poula, 23 ár, sum lesir í Århus, og Hanus, 19 ár, og Gunnvá, 17 ár, sum bæði búgva í Leirvík. Myndatekstur: Hallgerð Lervig við einum [...] einum málningi av Zacharias Heinesen, sum hon fekk frá Føroya Banka í sambandi við starvsdagin Mynd: Amy Hansen
almenn handan av hitaskipanini við skúlan í Leirvík. Talan er um grøna intelligenta upphitingarskipan, ið skal geva hita til skúlan og eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík. Skipanin kemur at hava framkomna tøkni [...] goymast. Hitaskipanin skal hita skúlan og eldra¬sambýlið í Leirvík, sum annars hava brúkt oljufýr og 70.000 litrar av olju um árið. Arbeiðið byrjaði mitt í 2021 og er nú komið á mál, skrivar Eysturkommuna á [...] er mest grøn. Royndirnar frá verkætlanini verða virðismiklar í útbyggingini av framtíðar el- og upphitingarskipanum. Hitaskipanin verður í mestan mun rikin við grønari elorku. Umframt jarðhitapumpu, fleiri
uppvaksin í Leirvík, sonur Minu, f. Vang, úr Kálvhúsinum á Glyvrum og Absalon Justinussen, vanliga nevndur Absalon á Garði, í Leirvík. Eftir at hava siglt við Lizzie í 4 ár róði hann út í Leirvík, til hann [...] skiparaskúla í 1959 og tók prógv á sumri í 1960. Hann sigldi sum dekkari við línubátinum Bresti hjá P/F Kimbil frá 1961-63. Brestir var fyrsta føroyska fiskiskip, sum fekk kraftblokk, hetta var í 1962. Frá [...] maður á flakavirkinum Frost í Leirvík frá 1989 til 1993, tá hann fór umborð aftur á Norðborg, har hann er enn. Um árskiftið 1998/99 bleiv Norðborg seld til Klaksvíkar, og í 2000 bleiv ein onnur Norðborg
fólkavøksturin í Leirvík væl oman fyri miðal fólkavøksturin í landinum sum heild, sum annars má metast at vera sera lágur, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Vøksturin í fólkatalinum í Leirvík stavar frá eini [...] nýggjárinum búðu 889 fólk í Leirvík móti 873 á nýggjárinum í fjør. Hetta er ein vøkstur á 16 fólk ella 1,83%. Fólkatalið í Føroyum var á nýggjárinum 48.455 fólk, samanborið við 48.350 í fjør. Her er talan um