Á hvørjum ári verður tað markerað í Leirvík, tá ið sólin sendir fyrstu strálurnar yvir bygdina. Soleiðis verður tað eisini í ár. Sólarkaffi verður í bygdarhúsinum nú sunnudagin, 10. februar, tá ið Bygdarhúsfelagið í Leirvík bjóðar øllum at vera hjartaliga væl komnum at bjóða sólini væl komnari aftur til bygdina.
Felagið sigur, at tiltakið hevur mongu tey seinastu árini givið høvi til at hittast til ein kaffimunn og tær tiltiknu góðu køkurnar, sum kvinnur í bygdini lata.
Á skránni hesa ferð er m. a. Elinborg Pálsdóttir, sum fer at framføra nøkur løg, og nakrir lutir frá skómakara, sum eru latnir felagnum, verða sýndir fram.
Eisini verður møguleiki at ogna sær bóka- og fløguútgávur, sum leirvíkingar hava givið út.
Sólarkaffi í bygdarhúsinum í Leirvík verður sunnudagin klokkan 15.











