Víkinga fjepparar fara all in í morgin

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, sigur at tey eru sera spent til finaluna í morgin

- Vit eru sera spent til finaluna í morgin og vit vænta okkum ein fantastiska harðan dyst!

 

Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstóri í Eysturkommunu.

 

Hann er klárur til finaluna í Løgmanssteypinum millum Víking og KÍ.

 

Upptaktin til dystin byrjar kl. 12 í bowlinghøllini í Leirvík í morgin. Har verður andlistmálin, tónleikur og annað, ið skal seta tey i Gøtu og Leirvík upp til dystin.

 

- Eg eri klárur í Víkingablusu, andlistmáling og alt. Vit fara all in í morgin, sigur Jóhan Christiansen.

 

Bussur fer úr Leirvík suður til Havnar kl. 15.30 í morgin og tað ljóðar, at Víkingur hevur selt eini 1300 atgongumerkir, so tað verður óiva nógv fólk á Tórsvølli í morgin til finaluna í Løgmanssteypinum millum Vìking og KÍ.