Jefri Justinussen 50 ár í fiskivinnuni

23. apríl hevði Jefri Justinussen í Havn arbeitt 50 ár í føroysku fiskivinnuni.

Hann fór til skips við sluppini Lizzie, hjá Jógvan Simonsen á Høgabóli, 23. apríl 1953. Jefri er føddur og uppvaksin í Leirvík, sonur Minu, f. Vang, úr Kálvhúsinum á Glyvrum og Absalon Justinussen, vanliga nevndur Absalon á Garði, í Leirvík. Eftir at hava siglt við Lizzie í 4 ár róði hann út í Leirvík, til hann fór á skiparaskúla í 1959 og tók prógv á sumri í 1960. Hann sigldi sum dekkari við línubátinum Bresti hjá P/F Kimbil frá 1961-63. Brestir var fyrsta føroyska fiskiskip, sum fekk kraftblokk, hetta var í 1962. Frá 1963-72 sigldi hann sum stýrimaður við Beinir hjá sama reiðaríi. Hann sigldi sum stýrimaður við Norðborg hjá P/F Hvalnes frá 1972-88. Jefri var arbeiðsformaður á flakavirkinum Frost í Leirvík frá 1989 til 1993, tá hann fór umborð aftur á Norðborg, har hann er enn. Um árskiftið 1998/99 bleiv Norðborg seld til Klaksvíkar, og í 2000 bleiv ein onnur Norðborg (ex.Gardar) keypt. Jefri giftist í 1961 við Gunnvør, f. Berghamar úr Havn, og tey búsettust í Havn. Tey eiga børnini: Absalon, Annika, Sigurð og Tróndur. Jefri hevur upplivað tær ómetaliga stóru broytingarnar frá gomlu sluppunum til nútímans fiskifør. Hann trívist enn sera væl sum sjómaður.