Á nýggjárinum búðu 889 fólk í Leirvík móti 873 á nýggjárinum í fjør. Hetta er ein vøkstur á 16 fólk ella 1,83%. Fólkatalið í Føroyum var á nýggjárinum 48.455 fólk, samanborið við 48.350 í fjør. Her er talan um ein vøkstur á 0,22%.
- Sostatt liggur fólkavøksturin í Leirvík væl oman fyri miðal fólkavøksturin í landinum sum heild, sum annars má metast at vera sera lágur, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Vøksturin í fólkatalinum í Leirvík stavar frá eini nettotilflyting á níggju fólk og einum burðaravlopi á sjey fólk.