Skráin fyri kvøldið er henda:
Herborg Joensen, Eldrafelagið Fjallið býður vælkomin. Síðani fer umboð fyri fyrireikingarnevndina at siga frá. Andreas Petersen, kommunulækni fer at siga frá um heilsustøðuna og røktartørvin hjá eldri í oynni.
Eftir hetta verður pall-borðsfundur, og pallborðsluttakararnir eru hesir.
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður.
Símun P. Poulsen, Eldraráðið - Landsfelag Pensiónistanna.
Sjúrður Eliasen, bygdarráðsformaður í Leirvík.
Jógvan Gregersen, bygdarráðsformaður í Gøtu.
Hallbjørg Hansen, býráðsformaur í Fuglafyrði.
Jón Ingi Ejdesgaard, bygdaráðslimur í Oyndarfirði.
Jákup Hentze Foldbo, stjóri fyri heimarøktina.
Pallborðsluttakararnir fara at tosa og hugleiða um eldrapolitikkin - orðstýrari verður Marius Jacbsen í Leirvík.
Juel J. Høgnesen, Leirvík og Óli Johannesen, Fuglafirði fara at undirhalda við tónleiki.
Fyrireikararnir siga, at kaffi og køkur verður eins og felagssangur.









