25 ára starvsdag í Føroya Banka

Í dag, 1. apríl 2004, hevur Hallgerð Lervig í Leirvík 25 ára starvsdag í Føroya Banka í Fuglafirði.

Hallgerð er ættað úr Gøtu, hon hevur skrivstovuútbúgving og lærdi hjá Haranga í Gøtu.

1. apríl 1979 byrjaði hon á deildini hjá Føroya Banka í Saltangará, har var hon í 5 ár, síðan var hon eisini 10 ár á deldini í Leirvík og seinastu 10 árini í Føroya Banka í Fuglafirði. Hon hevur eisini útbúgving sum bankaatstøðingur.

Hallgerð er dóttir Poulu, f. Joensen, úr Gøtu, og Gullbrand Olsen, ættaður úr Søldarfirði. Hon er gift við Árna Lervig úr Leirvík, tey eiga trý børn: Poula, 23 ár, sum lesir í Århus, og Hanus, 19 ár, og Gunnvá, 17 ár, sum bæði búgva í Leirvík.

Myndatekstur:

Hallgerð Lervig við einum málningi av Zacharias Heinesen, sum hon fekk frá Føroya Banka í sambandi við starvsdagin

Mynd: Amy Hansen