hennar passión fyri harmonikuspæli ger, at hon megnar at leggja alt dagsins strev og trupulleikar aftur um bak við at tríva í harmonikuna og spæla nøkur vøkur, avstreingjandi og sælugevandi løg. Hildur Petra [...] harmonikuumvæling. Í hesum sambandi hevur hon verið í Italiu. Hon fer aftur til Italiu í november í ár fyri at nema sær meiri kunnleika um ljóðføri og egnaðar reparatiónshættir. Fleiri slík planløgd skeið [...] hava spælt saman síðan. Íslendsku stúlkurnar meistra samanspælslistina og tónleikurin, tær spæla, er ein frægd fyri kræsna harmonikuoyra. Hildur Petra Fríðriksdóttir er uppvaksin í Norðurlandinum í Íslandi
Hóast ársins Summar Festivalur júst er farin aftur um bak, so eru kampingplássini við at vera upptikin til næsta Summar Festivalin í 2019. – Tá eg tosaði við Kunningarstovuna í morgin, søgdu tey mær, at [...] bara merkja, at kampingfólkini hava verið væl nøgd, tá tey longu bíleggja sær pláss aftur, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av monnunum handan Summar Festivalin. Seinastu árini hevur talið av kampingvognum [...] tykist sum um, at tað hevur verið meira støðugt seinastu árini, sigur Erik Biskopstø. Fyrru árini var kampingplássið á útfyllingini á Biskupsstøð hinu megin stóra pallin á Vágsbø. Har var ein heilur býur
fyrstu ferð á G! og Aria saman aftur "Eg minnist ikki so væl, hvat eg havi gjørt í summar, tí eg hyggi meiri fram, enn aftur, men lat meg nú royna at hyggja eitt sindur aftur um bak. Jú, eg minnist vit spældu [...] í Danmark. Tað var ein frálíkur túrur. Eg var og vitjaði góð vinfólk í Jútlandi nakrar dagar áðrenn, og veðrið var av tí allarbesta. Síðan komu konan (eg kalli hana konan, sjálvt um vit ikki eru gift enn [...] spældu úti á Tinganesi í samband við eina kravgongu um ferðasambandið til Nólsoyar, sum liggur so ofta í skeljasori. Tað hevur eisini fingið mítt sosialdemokratiska hjartað til at umhugsa at velja til høgru
brotsteigin hjá Besiktas og eru um at spæla seg til ein stóran málmøguleika. 54min.: Meinhard E. Olsen stríðir seg til eitt fríspark beint frammanfyri miðjuna. B36 roynir aftur at senda bóltin fram, men tað [...] undir trýsti, so tað er at fegnast um tey smáu tingini. 18min.: Bjarni Petersen hevur fingið viðgerð eftir ein samanstoyt. 15min.: Eftir eitt langt innkast er B36 um reppið at javna. Hetta var fyrsti hvøkkurin [...] legði Besiktas á odda 1-0 við einum avgjørdum sparki upp í tættasta horn. B36 hevði ein stóran møguleika eftir innlegg, men um góðan miðan fyrra hálvleik økti Besiktas til 2-0. Tað var Gökhan Gönül, sum við
Tað var ein fullkomiliga óskiljandi atburður, sum ein prestur legði fyri dagin undir einum dópi í einari kirkju í Fraklandi. Barnið, sum skuldi doypast, græt, og í byrjanini royndi presturin at troysta [...] vísir, at pápin at enda noyddist at brúka makt og taka barnið frá prestinum. Vit ávara um, at filmsbrotið, sum sæst um leinkjuna her niðan fyri, kann tykjast nokso ógvusligt - https://www.mirror.co.uk/ne [...] gjørdist hann ivaleyst so ørkymlaður, at hann sló barnið, og tá fór barnið sjálvsagt at gráta upp aftur harðari. Eftir at foreldrini sóu, at hetta, sum gekk fyri seg, var heilt galið, royndu tey at taka
Mykinesi, segði Eyðun Jacobsen, sum er ein av fyrireikarunum av stevnuni í Svínoy, í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya á døgurða. Heri Joensen, prestur, sum er svínoyingur, setti stevnuna. Í kvøld [...] løgtingsmaður, sum er nógv í Svínoy, at halda røðu. Ein rúgva av tiltøkum eru á skrá í allan dag og í kvøld. Líkindini eru av teimum fagrastu, og ein rúgva av fólki eru komin til Svínoyar og eru á veg út [...] Hvannasundi, og til hon er aftur í Hvannasundi. Strandferðslan hevur í vikuni lýst við, at tað verður siglt í kvøld inntil tað ikki eru fleiri, sum ætla sær úr Svínoy og aftur inn á fastlandið.
hittast á ársins fyrstu stevnu. Ein veitsludag, har vit sleppa at vera altjóðagjørd og bygdaslig hvørt um annað. Alt velst um eygað í sær. Og hvat vit sjálv vilja gera tað til. Um okkara góði vinur, Pól Sundsskarð [...] sum kann tosa við um rógving, so er tað sundamaðurin, Livar Nysted. At hugsa sær, einsamallur í báti at skula rógva yvir um Atlantarhavið. Tað skal vilji, dirvi og styrki til. Og ein afturvendandi dreymur [...] Eg vil liva í tí landi Har mín kensla sterkast er Sum ein vinur, sum ein frændi Eg komi eg eri á ferð Her heima, Í Evropa og úti í stóru verð Ein meldur er av fólki, sum øll, hvør í sínum lagi, mynda okkara
Tá hønurnar fyrr í tíðina aftur fóru at leggja egg eftir ein langan vetur, var tað eitt tekin um, at várið stóð fyri durum. Eggini eru matur, ið vanliga hevur verið settur í samband við várið, og eggið [...] prýða páskaregg ein gamal siður. Folkekirken.dk skrivar, at fyrr í tíðini tóku fólk eina páskakurv við eggum í kirkju páskasunnudag, og síðani vælsignaði prestur eggini. Í støðum varð kappast um at prýða tey [...] Jesu Krists. Tí prýða vit heimini við eggum av alskins slagi um páskirnar Eggið hevur líka síðani tey fyrstu árini eftir Jesu deyða verið ein ímynd av uppreisn Jesu. Eggjakoppurin sær deyður út, men innan
selja næstu framleiðsluna. Ein týdningarmikil partur av marknaðarføringini av eini vøru, er søgan um vøruna, og sjálvandi verður osturin, sum hongur í Múla, knýttur at søguni um Guttorm í Múla. Múlaostarnir [...] Fyrstu ferð vit hoyra Guttorm gitnan er í samband við ein danskan prest á Viðareiði. Hetta er um veturin, unga prestakonan doyr brádliga og prestur jarðar hana, hann er sera sorgarbundin og keddur sum rímuligt [...] og biðir og illa letir um ikki prestur, sín kæri svágur, kann grava hana uppaftur, so hon kann siggja hana, nú hon er komin norður til tað sama. Við ringum tannabiti játtar prestur, og teir grava prestakonuna
í Skotlandi gekk eg nógv í kirkju har eg búði. Síðsta árið eg las har var eg ein av deknunum í kirkjuni. Tað var ein prestur, sum hjálpti mær at koma úr skápinum sum samkynd, segði Sonja Jógvansdóttir við [...] so var tað natúrligt, at hon ikki hevði hug at halda fram við tí, tá ið hon flutti aftur til Føroya. - Hetta var um aldarskiftið, tá ið tónin var harður. Og tá ið 266b síðani kom fram, so var tað eisini [...] meira, at ”ja vit eru opin, men tú skalt ikki halda, at tað er í lagi at vera samkyndur, tað er enn ein synd”, greiðir Sonja Jógvansdóttir frá. Hon vísir á, at meðan átrúnaðarliga virksemi fylti nógv í hennara