Brátt er summarið 2018 minnir. Miðlahúsið hevur tí fregnast, hvat nøkur av teimum, ið vit kenna úr almenna rúminum, hava tikist við í summar. Miðlafólk, tónleikarar og politikarar. Felags er, at summarið bjóðar frítíð, hvíld og ofta øðrvísi upplivingar. Her er tað Kim Hansen, tónleikari, sum svarar
Les eisini: Summarprát: Fyri fyrstu ferð á G! og Aria saman aftur
"Eg minnist ikki so væl, hvat eg havi gjørt í summar, tí eg hyggi meiri fram, enn aftur, men lat meg nú royna at hyggja eitt sindur aftur um bak. Jú, eg minnist vit spældu úti á Tinganesi í samband við eina kravgongu um ferðasambandið til Nólsoyar, sum liggur so ofta í skeljasori. Tað hevur eisini fingið mítt sosialdemokratiska hjartað til at umhugsa at velja til høgru komandi val!
Les eisini: Summarprát: Hvíld og at løða til framførslur
Annars havi eg gjørt tað sama, sum undanfarin ár; spælt til ymisk tiltøk, bæði alment og privat. M.a. eitt brúdleyp á einum slotti á Fjóni í Danmark. Tað var ein frálíkur túrur. Eg var og vitjaði góð vinfólk í Jútlandi nakrar dagar áðrenn, og veðrið var av tí allarbesta. Síðan komu konan (eg kalli hana konan, sjálvt um vit ikki eru gift enn, og liva í synd, tí hon hevur hildið meg út í 23 ár ) og dótturin niður, tí dótturin skuldi spæla á Danacup. So har fekk eg tveir deiligar dagar í brennandi sól saman við teimum, áðrenn eg fór heim til Føroya aftur at spæla konsertir á Summartónum.
Les eisini: Summarprát: Rýmdi heim undan hitanum
Ólavsøkan var av tí allarbesta. Familja, vinir og kenningar komu á gátt við góðum lagi, og onkur løta fór eisini uttanfyri í túninum við sangi og spæli á Ólavsøku. Og frálíkt, at sonurin, sum spælir fótbólt í Íslandi, kom heim nakrar dagar á Ólavsøku.
Les eisini: Summarprát: Nøgd og eitt summar ríkari
Tá stundir og veðrið hava verið til tað, so havi eg sett meg uttanfyri í garðinum undir mínari markisu við einari góðari serøl, og góðum tubbaki, at lummafilosofera eina løtu, áðrenn eg eri farin til songar, ella kanska havi eg sett meg innar til telduna at leggja til rættis okkurt lag fyri onkran."