Hildur Petra Friðriksdóttir og Vígdis Jónsdóttir hittust í 2011. Orsøkin til, at tær fóru at spæla á harmoniku saman var, at Guðrún Guðjónsdóttir í Harmonikufélagi Reykjavíkur tók stig til at kalla saman gentur og kvinnur við tí endamáli at stovna eitt kvinnuljómlið.
Hetta kvinnuljómlið spældi við Breiðholtslaugina og á Kjarvallstøðum, og har komu Hildur Petra og Vígdis at kennast, og tær hava spælt saman síðan. Íslendsku stúlkurnar meistra samanspælslistina og tónleikurin, tær spæla, er ein frægd fyri kræsna harmonikuoyra.
Hildur Petra Fríðriksdóttir er uppvaksin í Norðurlandinum í Íslandi. Í barnaheiminum var nógvur tónleikur, spæl, sangur og dansur. Pápin dugdi sera væl at spæla á harmoniku, og hann lurtaði javnan eftir harmonikutónleiki. Fleiri onnur ljóðføri enn harmonikur vóru eisini í húsinum, eitt nú guittarar og urga.
Hildur Petra Fríðriksdóttir hevur spælt harmoniku eftir oyranum, so leingi hon minnist. Sum 14 ára gomul fekk hon møguleika at fáa undirvísing í harmonikuspæli, har dentur varð lagdur á nótalesing og klassiskan tónleik. Hon hevur tikið fleiri skeið í harmonikuspæli, svarandi til fýra áranám.
Seinnu árini hevur Hildur Petra tikið fleiri yrkiskeið í harmonikuumvæling. Í hesum sambandi hevur hon verið í Italiu. Hon fer aftur til Italiu í november í ár fyri at nema sær meiri kunnleika um ljóðføri og egnaðar reparatiónshættir. Fleiri slík planløgd skeið liggja í næstu framtíð.
Hildur Petra er listilærd sum harmonikusnillingur og hevur spælt í ótaldum veitslum, gildum, hátíðarhaldum og fundum. Eisini hevur hon spælt alment í sjónvarpinum og útvarpinum, og hon hevur givið út fløgu saman við spælivinum sínum. Henni dámar sera væl alt slag av tónleiki og dansi. Hon kundi ikki hugsað sær eitt lív uttan einkarinstrument sítt, sum er harmonikan.
Vígdis Jónsdóttir byrjaði at spæla á harmoniku nakað seinni enn Hildur Petra. Maður hennara gav henni eina harmoniku í føðingardagsgávu, tá hon fylti fjøruti ár. Hon hevði ikki spælt á harmoniku áður, men tað var ikki nakar trupulleiki. Hon byrjaði beinanvegin at læra seg. Skjótt gekk framá, tí áður hevði hon sungið í kóri, og hon hevði spælt á klaver á ungum árum.
Í byrjanini spældi Vígdis mest fyri stovuveggum sínum, men í 2011 lærdi hon samspælara sín, Hildur Petru, at kenna. Tær báðar hava síðan spælt saman nógva ymsastaðni til mong høvi. Í 2015 spældu tær eina fløgu inn við kendum veitsluløgum. Heitið á fløguni er Dragspilsdraumar og umframt siðbundin harmonikuløg, eru eisini løg á fløguni, sum tær sjálvar hava gjørt.
Umframt at spæla saman við Hildur Petru, hevur Vígdis eisini framført saman við kenda íslendska trubadurinum og tónleikaranum, Halli Reynis. Talan er um nógvar konsertir.
Saman hava tey útgivið eina fløgu við heitinum, ”Ást og friður”. Á fløguni eru vøkur fólka-og countryløg, sum Halli Reynis hevur komponerað. Halli Reynis syngur og spælir guitar. Vígdis spælir á harmoniku og leggur rødd til. Á fløguni eru eisini onnur ljóðføri, eitt nú kontrabass, violin, steel-guitar og dobro.
Nógva musikalska virksemi teirra ger, at tey eru í góðum tónlistarligum formi í ár.
Harmonikuspæl er yndisfrítíðarítriv Vígdisar. Dagliga arbeiðir hon sum virkin stjóri í Íslandi. Hon er sera upptikin og hevur úr at gera. Men, hennar passión fyri harmonikuspæli ger, at hon megnar at leggja alt dagsins strev og trupulleikar aftur um bak við at tríva í harmonikuna og spæla nøkur vøkur, avstreingjandi og sælugevandi løg.
Hildur Petra Friðriksdóttir og Vígdis Jónsdóttir koma higar at spæla á Fuglafjarðar Harmonikufestivali í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.