Tað var ein fullkomiliga óskiljandi atburður, sum ein prestur legði fyri dagin undir einum dópi í einari kirkju í Fraklandi. Barnið, sum skuldi doypast, græt, og í byrjanini royndi presturin at troysta barnið.
Men, tá barnið kortini ikki vildi steðga við at gráta, byrjaði presturin at rópa og at enda gjørdist hann ivaleyst so ørkymlaður, at hann sló barnið, og tá fór barnið sjálvsagt at gráta upp aftur harðari.
Eftir at foreldrini sóu, at hetta, sum gekk fyri seg, var heilt galið, royndu tey at taka barnið frá prestinum, men presturin var treiskur og royndi at halda fast í barnið.
Netsíðan The Mirror ber hesi tíðini og filmsbrotið, sum heimasíðan hevur lagt út, vísir, at pápin at enda noyddist at brúka makt og taka barnið frá prestinum.
Vit ávara um, at filmsbrotið, sum sæst um leinkjuna her niðan fyri, kann tykjast nokso ógvusligt - https://www.mirror.co.uk/news/world-news/stunned-parents-try-wrestle-baby-12757583