Niðanfyri prenta vit midnáttarrøðuna, sum Steintór Rasmussen helt á norðoyastevnu:
Góðu áhoyrarar!
Tað er mær ein heiður at standa her í kvøld. At kunna líta yvir eina stóra og væl hýrda fjøld. Kvinnur og menn. Ung og tilkomin. Klaksvíksingar, norðoyingar og føroyingar. Vitjandi og gestir, og tit, sum eru komin uttan úr heimi, og sum eru vorðin partur av okkara samfelagi.
Á hesum staði minnist eg mína fyrstu Norðoyastevnu. Her gekk eg skrúðgongu sum smádrongur. Allan vegin úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún. Vinstra, høgra, vinstra, høgra, ... tað er rætta lagið.
Hugagóðir lærdu vit at virðismeta skapanarverkið, fara væl um náttúruna, at æra faðir og móður, sjálvbjargni og sýna hjálpsemi. Og altíð at vera til reiðar.
Eg slapp eisini at bera merkið og hoyra skilafólk flyta fram røður og hugleiða vakurt og vitborið um lívið. Á grækarismessu, á flaggdegnum og á Norðoyastevnu.
Takk góðu skótar, tit sum eru við í skrúðgonguni, hornblásarar og fyriskiparar, sum skapa hesa hátíðarligu løtu og varðveita hendan góða og dámliga siðin.
Alt hevur sína tíð. Grøni skótabúnin varð skiftur út við koyboyjakkan. Eftirskjálvtin av beatlunum merkti mínar ungdómsdagar. Love is all. Í djúpboksini í Ullibar kundi tú hoyra tey nýggjastu hittini uttan úr heimi. Men har var eisini ein føroysk singulpláta. Straight Ahead, við Jørgin Dahl á odda, sang Komið øll við og Vit fara út nú! Og Hjarnar, sum eisini gjørdist ein ímynd av rokkinum í sjeyti og áttatiárunum, svaraðu aftur, We come for you!
Veruleikin er sjáldan svartur ella hvítur. Øll skuldu vit stíga út litríka í lívið. Men hvør var framtíðin? Eg varð tikin við og fyltur av tónleikinum og tíðarandanum. Líkarættindini og frælsi var avgerandi fyri mannaættina. Av samhuga róptu poetarnir varskó! Heimurin var á vandakós. Tað var boðskapurin, ið hoyrdist um allar geilar. Og lovsangurin frá teimum, ið stóðu her á torginum sunnukvøld og hildu útimøti. Hvør í sínum lagi ynsktu vit at frelsa verðina.
Sum tannáringur hevði eg ikki fyri neyðuni at fara aðrastaðni í skúla. Hægri Fyrireiking var nú í Klaksvík. HF lat upp mínar hugans dyr. Her var eitt gott umhvørvi og kveikjandi lærarar. Tú valdi sjálvur, um tú fylgdi streyminum. Hevði loyvi at vera kritiskur og seta spurningar. Eisini um tú búði í einum rættuliga siðbundnum og missiónskum fiskivinnusamfelagi.
Jú, tað varð diskuterað og prædikað. Meiningarnar vóru brýndar. Øll áttu vit lut í samfelaganum, og framtíðin var okkara ábyrgd. Ymisk vóru áhugamálini. Men samanhaldið var stórt. Vit lyftu í felag. Ungdómurin fekk sítt egna hús á Biskupsstøð. Har tað í fleiri ár varð gjørt eitt gott og uppbyggjandi arbeiði.
---
Men tað er ein tíð at elska, syngja og skapa.
Norðoyastevnan er í dag ein 82 ára gamalur klaksvíksingur. Sum hevur sæð eitt sindur av hvørjum. Verið til kappróður og sjónleik. Upplivað tað søguliga og siðbundna. Framsýningarnar hava verið nógvar. Tey eldru minnast listafólk og tónasmiðir, sum ikki eru í millum okkum meira. Og hvat varð av teimum, sum sparkaðu fótbólt í fimtiárunum og teimum, sum mannaðu tað tiltikna 66 liðið. Tey reystastu ítróttarfólkini koma fram í huganum. Sagt kundi verið frá føroyskum dansi. Ella tosað um lærarar og góðar skiparar. Hvussu lívið var í gomlu dansistovuni. Og tá ið orkestrini byrjaðu at spæla í Atlantis.
Flúgva fagrir fuglar. Í dag tosa vit um globalisering. Heimurin rópar á okkum. Útlendingar koma til Føroya. Nútímans menniskju skulu hava luft undir veingirnar. Gev okkum sól og hvítar strendur. Afturfyri bjóða vit turistum at smakka Múlaskinku og síggja kópakonuna í Mikladali. Alt meðan vit kjakast, um tað skal kosta at ferðast úti í náttúruni, og hvør eigur fjøllini, bjørgini, líðirnar, vøtnini og dalarnar.
Nei, einki er longur sum tað var. Ei heldur mentanin og fólkalívið. Tað er ikki longur gamla roykstovan, snørið ella leypurin, sum er okkara gerandisdagur. Vit eru altjóðagjørd. Teldan er íbundin eitt netverk, sum røkkur út í allar krókar í heiminum. Hvørt smábarn eigur telefon. Hvør løta skal filmast ella dokumenterast. Vit skula vera allastaðni. Og missa spakuliga evnini at steðga á. Men okkara vælferð, lívsstílur og undirhald líkist meiri og meiri tí, sum stórbýir úti í heimi hava at bjóða.
Tí er tað gott við løtum sum hesari. Har vit sjálv kunnu grunda yvir lívið, og taka dagin fyri, hvat hann er.
Vit hava lært okkum, at lata okkum í eftir veðrinum. Og til høvið. Summarið er í hondum. Á Norðoyastevnu sært tú kátar og vónríkar føroyingar. Eydnuríkar mammur og pápar trilla barnavogn. Tónleikur ljómar av fleiri pallum. Fólk hugna sær og bjóða inn til ein góðan bita. Vinir og kenningar. Kát og spælandi børn. Sigurssæl ítróttarfólk. Álvari og gaman.
Og vit vísa okkum og býin frá einari góðari síðu.
Vàgstún er í kvøld helst líka spennandi sum Ráðhúsplássið í Keypmannahavn ... Og Klaksvíksvegurin eins hugnaligur sum Baker Street í London!
Stutt er millum tey góðu tilhaldini, matstovurnar og barrirnar. Fólk eru komin úr øllum ættum. Her eru frægir norðoyingarnir og skilafólk úr øllum Føroyum. Og ferðafólk, sum hugtikin vitja ein fríðan oyggjaflokk, har tað býr eitt kultiverað, friðsælt og lítið krillut fólk.
Ja, eg kundi ikki ynskt betri, enn ein túr eftir klaksvíksvegnum. Eftir eitt gott prát við Edward Fuglø, sum júst er heimkomin úr Berlin, har nakrir av hansara málningar verða sýndir fram, so er Danny har. Við sínum alkenda brosi. Kanska er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn okkurt spennandi hendir hjá bólkinum í útlandinum. Alright!? Sjálvandi. Har skal tú bara síggja!
Tvær ungar gentur heilsa, tá ið tær fara framvið. Jú, var hatta ikki ársins svimjari í 2017, Signhild Joensen, og Krista Mørkøre, sum bar tað føroyska merkið á paralympisku leikunum í Brasil. Vit eru stolt av tykkum. Tað er heilt ótrúligt at eiga so dugnalig og fyrimyndarlig ítróttarfólk her í Norðoyggjum.
Men her funnust sanniliga slóðbrótarar og kappar í forðum.
Ein tann mætasti var Nólsoyar Páll. Tað er áhugavert er at tosa við listamannin og dygdarsmiðin, Archiball Black, sum veit væl um nólsoyingin at siga, sum kom norður í Vág at búgva. Okkara frælsishetja, sum tordi at tosa donsku yvirvøldini ímóti. Bóndin, bátasmiðurin, skaldið og sjógarpurin sum ikki slapp at liva meiri enn í góð fjøruti ár, men sum kortini skrivaði týdningarmikla søgu. Nólsoyar Páll, sum við Royndini Fríðu váðaði lívið fyri at selja skipstroyggjur og hosur til kaldar norðurlendingar og eropear. At hugsa sær. Í dag kunnu vit sita á heitum skrivstovum og forsegla sáttmálar fyri nógvar milliónir. Og flúgva millum lond í handilsørindum ella fyri ta góðu upplivingina.
Hevði sjálvur eitt kvøldið vitjan av Hans Andrias Jacobsen. Hann bar mær eina harmoniku frá einum føroyavini í Russlandi, sum hevur umsett hópin av føroyskum sangum til russiskt. Men tað, sum var meiri áhugavert at hoyra, var móttøkan, ungi trubadururin upplivdi á síni konsertferð í hesum landinum, sum nógvir føroyingar á mínum ungu árum illa nokk vildu kennast við.
Men politikk tíma tey fægstu á Norðoyastevnu. Trætur um ríkidømi á sjógvi og landi, og býtið millum høvuðsstað og útjaðara kunnu vit tosa um eina aðruferð. Meiri áhugavert er, hvat ið savnar eitt lokalsamfelag. Hví tað hevur so stóran týdning at vera partur av mentanini. At kenna søguna. Vera góður við heimstaðin. Stoltur av sínum egnu. Og halda við sama liði.
Á mínum býtúri gerist eg heitur um hjartað. Tí her á gøturnar ganga tey nógvu væl vandu KÍ beinini, sum vit øll kunnu vera errin av – ikki minst teimum knáu og ótroyttiligu kvinnunum, sum í fótbólti tóku eitt óhugsandi heimsmeistaramet til Klaksvíkar.
Jú, torgið er fult av vøkrum og spennandi menniskjum. Og er tað nakar, sum kann tosa við um rógving, so er tað sundamaðurin, Livar Nysted. At hugsa sær, einsamallur í báti at skula rógva yvir um Atlantarhavið. Tað skal vilji, dirvi og styrki til. Og ein afturvendandi dreymur at útinna nakað serligt.
Hitti eg Jón Aldará, vil eg ynskja honum til lukku við tilnevningini til Norðurlandaprísin. Kanska eg spyrji hann, nær Hamferð aftur fer at spæla á Summarfestivalinum. Seinast eg hoyrdi bólkin var í Spaniustovu. Hesin til allar tíðir djúphugsni og kensluborni tónleikurin. Og inniliga røddin, sum fær meg at steðga á aldargamla sálmalagið Harragud, títt dýra navn og æra.
Um ættir fara, um øldir snara, blant stjørnuskara ...
Í tí stóra bílætinum kunnu vit tykjast lítil og týdningarleys. Men vit mugu tora at stíga út í lívið. Vera til og fáa tað besta burturúr degnum og hvørjum øðrum. Gera vit ikki tað, hendur einki.
Eg vil liva í tí landi
Har mín kensla sterkast er
Sum ein vinur, sum ein frændi
Eg komi eg eri á ferð
Her heima, Í Evropa og úti í stóru verð
Ein meldur er av fólki, sum øll, hvør í sínum lagi, mynda okkara stolta og framkomna bý. Dugnandi og kend andlit, og tey mongu, sum í tí stilla gera eitt samvitskufult og neyðugt arbeiði, so at Klaksvík gerst til eitt gott stað at vera. Vit hittast á ársins fyrstu stevnu. Ein veitsludag, har vit sleppa at vera altjóðagjørd og bygdaslig hvørt um annað. Alt velst um eygað í sær. Og hvat vit sjálv vilja gera tað til.
Um okkara góði vinur, Pól Sundsskarð gevur sær stundir at lýða á í kvøld, veit eg ikki. Men á hansara nógv túrum eftir vegunum og uppi í fjøllinum eru vit sluppin við. Okkara sendiharri og vernd úti í náttúruni, hevur fingið føroyingar, ja allan heimin, takkað verið eisini átakinum heiking.fo at síggja, hvussu hugtakandi og ríkt land vit eiga. Og hvussu vakur himmalin yvir heimstaðin eisini kann vera.
Høgt tað er til himmals, millum fjøllini er trongt
Í barmi tínum brennur sannur longsul
Tá hurðar latast aftur, í hjørtunum er stongt
Gerst býurin og lívið her títt fongsul
Helst koma løtur við útfaralongsli. Tá ið fólkini, tey myrku skýggini og tann óheimliga meiningin kennist sum ein tung og kvalandi dýna. Men hyggjuráðini eru at finna út úr mjørkanum. At leita upp um skýggini. Líta út í sjónringin. Fara higar tú aftur kanst síggja sólina risa. Frá upphavi eru vit bert einfaldir skapningar. Sum helst gerast klókari og meiri tolsom við tíðini. Ymiskt er, hvussu vit fata veruleika og samskifta við hvønn annan. Í gerandisdegnum er pláss fyri bæði tær og mær. Og lívsjáttandi og vakurt er at síggja tað multikulturella margfeldni, sum gevur býnum litir og lív. Í Klaksvík skulu vit øll kenna okkum væl. Óansæð hvør okkara ættartalva er. Her kunnu vit vera saman við teimum, sum vit elska og kenna best. Og góðtaka tann ymiskleika sum er. Vit kunnu kjakast og hugsa okkara. Hava loyvi at vera ósamd um lívsins viðurskifti. Hvat er best er fyri tann einstaka. Men sum samfelag eiga vit at standa saman. Serliga tá harðast leikar á og trýstið uttan í frá gerst ov stórt.
Av fruktunum skal træið kennast. Men okkara børn eisini eru synir og døtur við egnum longslum og tankum. Tað, sum hevur allarstørsta týdning, er at vit verða hoyrd og sædd. At vit vita, at tað er onkur, sum er góður við okkum. At vit ongantíð eru einsamøll í lívinum. Men at tað verður spurt eftir okkum. At onkur vísir áhuga. At vit eru elskaði og avhildin.
Kærleikin er størsta gávan, sum vit kunnu geva og fáa.
-
Hjartað í býnum er hetta torgið, sum vit ynda og kenna væl. Hugsa sær teir gomlu býlingar. Ættartrøini, sum sluppu at vaksa og bera fruktir. Her varð velt upp úr nýggjum, og sátt í góða jørð. Einahandilin varð avtikin. Okkara heimstaður upplivdi gróður og framburð. Her vóru djørv og dugnalig fólk. Bóndasamfelagið og slupptíðin. Fiskimenn og reiðarar. Øll skipini, ið skuldu mannast. Og nýggjar grundir skuldu stoypast og hús reistast. Bygningar og bryggir. Flutt varð av minni plássunum til Klaksvíkar. Hon gjørdist Norðoya móðir. Var tann trygga góða havnin. Millum Kjøl og Klakk var akkerið kastað. Og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð tikið í móti gentum og dreingjum. Hetta varð býurin, har eisini eg skuldi festa røtur.
Og her standi eg í kvøld. Frammanfyri mær liggur skúlin. Sterki bulurin í samfelagnum. Sum eitt træ við krókutum greinum. Og nógvum spírum. Litføgru blómurnar, sum skulu grógvu yvir um landamørk. Hesar komandi lanternur, sum skulu lýsa vegin frameftir.
Børnini eru ikki íløt, sum skulu fyllast, men kyndlar, ið skulu tendrast! Vit eru øll lærarar. Samfelagið skúlar okkum øll. Og lívsins bók og full av kunnleika og kærleika. Í henni finst eisini søgan hjá teimum, sum av fyrstan tíð búleikaðust her. Okkara fornminni ... Og komandi dýrgripir.
Um nøkur ár fara vit kanska at hugleiða um eitt livandi og rúmligt hús. Sum onkur helst fer at minnast frá teimum kátu sekstiárunum. Posthúsið, sum einaferð var leverandørur av dýrum dropum og fríggjarabrøvum. Hendan vælsignaða trappan, har okkara mentanarrevolutión byrjaði. Fólkakæri Hanus við gittara og revsandi sangi um samfelagið. Og einum ódoyggjandi boðskapi um kærleika.
Framtíðina eiga tey ungu, men dagurin er okkara. Lat okkum framhaldandi vera góð við hetta samfelagi og gera okkara besta fyri, at skapa veruligan trivnað og bestu fortreytir fyri einum mennandi og innhaldsríkum lívi í okkara kæra heimstaði.
Tað sigst at mætir listamenn hava einki fosturland. Men øll skapandi menniskja tørva eitt vakstrarumhvørvi.
Og í góðum jørðildi her í Klaksvík fæst nógv at grógva.
Jú, vit kunnu gleða okkum at posta tónleik, list, fólkalív, sjónleik og alskins skapandi virksemi í einum komandi mentanarhúsi. Og vit síggja fram til at eiga ein fjølbroyttan og upplýstan miðbý við ljósum í vindeygunum og blómukassum í garðinum.
Tað er mangur leikur í longum talvi. Men tað týdningarmesta er at njóta spæla. Og at trúgva á møguleikarnar.
Uttan poesi og vakurleika er lívið fátækt. Men eg kenni meg ríkaðan í kvøld. Og takksaman, at eg slapp at bera hesa kvøðu til mín kæra heimstað.
Takk fyri at tit lýddu á. Góða Norðoyastevnu øll somul :-)