Tað er útoyggjastevna í Svínoy ídag. Fyrrapartin var aðalfundur í útoyggjafelagnum. Har var stóra málið samferðslan og útoyggjarnar.
Stóra avbjóðingin er, hvussu gerandisferðslan hjá teimum, sum búgva á útoyggj og annars hava nógv samband við útoyggjarnar, skal rigga saman við stóru og støðugt vaksandi ferðafólkastreyminum í útoyggjarnar.
-Her hjá okkum er júst hetta ikki so stórur trupulleiki, tí Ritan tekur so nógv fólk, men hetta er trupulleiki í eitt nú Mykinesi, segði Eyðun Jacobsen, sum er ein av fyrireikarunum av stevnuni í Svínoy, í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya á døgurða.
Heri Joensen, prestur, sum er svínoyingur, setti stevnuna. Í kvøld verður bál, og tá fer Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, sum er nógv í Svínoy, at halda røðu.
Ein rúgva av tiltøkum eru á skrá í allan dag og í kvøld.
Líkindini eru av teimum fagrastu, og ein rúgva av fólki eru komin til Svínoyar og eru á veg út til Svínoyar.
Ritan tekur 120 fólk hvørja ferð. Hon siglir alla tíðina, og tey eru mong, sum bíða. Tey, sum ikki sleppa við, fáa bond at vísa sum tekin um, at tey eiga fyrsta rætt næsta túr.
Jósup fer eisini at sigla nú seinnapartin.
Hóast líkindini á landi eru av teimum fagrastu og tað er gott í sjónum at sigla, so er tað so mikið brimligt við Eiðið, at har ber ikki til at leggja at. Tí verður siglt út í víkina. Tað ber við sær, at tað eru meiri enn tveir tímar frá tí, at Ritan fer úr Hvannasundi, og til hon er aftur í Hvannasundi.
Strandferðslan hevur í vikuni lýst við, at tað verður siglt í kvøld inntil tað ikki eru fleiri, sum ætla sær úr Svínoy og aftur inn á fastlandið.