- Eingin tosaði soleiðis um samkyndleika

Sonja Jógvansdóttir var deknur, tá hon búði í Skotlandi. Har var samkyndleiki als ikki ein spurningur.

- Tá eg las í Skotlandi gekk eg nógv í kirkju har eg búði. Síðsta árið eg las har var eg ein av deknunum í kirkjuni. Tað var ein prestur, sum hjálpti mær at koma úr skápinum sum samkynd, segði Sonja Jógvansdóttir við Góðan Morgun Føroyar í morgun.

Sonja Jógvansdóttir greiddi í sendingini frá tí stóra muni, sum var millum Føroyar og Skotland, tá ið umræður hugsanir til samkynd. Í Skotlandi var samkyndleiki als ikki eitt mál á nakran hátt, meðan í Føroyum fylti tað nógv.

 

 

 

- Í Skotlandi kendist tað sum, at opinleikin var treytaleysur. Men her er meira, at ”ja vit eru opin, men tú skalt ikki halda, at tað er í lagi at vera samkyndur, tað er enn ein synd”, greiðir Sonja Jógvansdóttir frá.

 

 

 

Hon vísir á, at meðan átrúnaðarliga virksemi fylti nógv í hennara gerandisdegi í Skotlandi, so var tað natúrligt, at hon ikki hevði hug at halda fram við tí, tá ið hon flutti aftur til Føroya.

 

 

 

- Hetta var um aldarskiftið, tá ið tónin var harður. Og tá ið 266b síðani kom fram, so var tað eisini ótrúliga harðligt. Nógv er sagt og nógv er gjørt. Men tíbetur er Føroyar eitt heilt annað land í dag enn tað var áðrenn 266b og hjúnabandslógina, sigur Sonja Jógvansdóttir.