Tá hønurnar fyrr í tíðina aftur fóru at leggja egg eftir ein langan vetur, var tað eitt tekin um, at várið stóð fyri durum. Eggini eru matur, ið vanliga hevur verið settur í samband við várið, og eggið umboðar eisini uppreisn Jesu Krists. Tí prýða vit heimini við eggum av alskins slagi um páskirnar
Eggið hevur líka síðani tey fyrstu árini eftir Jesu deyða verið ein ímynd av uppreisn Jesu. Eggjakoppurin sær deyður út, men innan í honum er eitt nýtt lív á veg út, júst sum Jesus reis upp frá teim deyðu og fór út úr grøvini páskamorgun.
Eisini er siðurin at prýða páskaregg ein gamal siður. Folkekirken.dk skrivar, at fyrr í tíðini tóku fólk eina páskakurv við eggum í kirkju páskasunnudag, og síðani vælsignaði prestur eggini. Í støðum varð kappast um at prýða tey vakrastu eggini og taka ta vakrastu kurvina við í kirkju.
Í dag verður eisini prýtt nógv við eggum um páskinar, og tey verða nýtt á fleiri ymiskar mátar.
Hesi vøkru marmoreraði eggini eru litaði við neglalakki, og tey eru løtt at gera – eisini um børnini eru við í tilgongdini.
Tilfar:
· Plastikk egg ella vanlig blást egg
· Neglalakk í teimum litum, ið tú ynskir
· Eina skál
· Ein tannasteytara
· Silkiband
· Lím
Mannagongd:
Ger eina lykkju, og líma silkibandið á eggið. Fyll skálina við flógvum vatni. Stoyt síðani eitt sindur av neglalakki í vatnið.
Á myndini eru tveir ymiskir litir av neglalakki – ljósareytt og reytt. Vel teir litirnar, ið tú ynskir til eggini. Rør vatnið við tannasteytaranum. Sting eggið niður í skálina, og hang tað síðani upp at torna.
Hetta skal gerast skjótt, tí skorpa kemur neglalakkið, um tú bíðar ov leingi. Best er at skifta vatnið út og stoyta nýtt neglalakk í, hvørjaferð eitt nýtt egg skal prýðast.










