167 hava longu biðið pláss til kamping

Hóast ársins Summar Festivalur júst er farin aftur um bak, so eru kampingplássini við at vera upptikin til næsta Summar Festivalin í 2019

Hóast ársins Summar Festivalur júst er farin aftur um bak, so eru kampingplássini við at vera upptikin til næsta Summar Festivalin í 2019.

 

– Tá eg tosaði við Kunningarstovuna í morgin, søgdu tey mær, at tey longu hava fingið 167 bíleggingar til næsta ár. Tað kann bara merkja, at kampingfólkini hava verið væl nøgd, tá tey longu bíleggja sær pláss aftur, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av monnunum handan Summar Festivalin.

 

Seinastu árini hevur talið av kampingvognum á Summar Festivalinum ligið umleið 220.

 

– Talið var nokso eksplosivt tey fyrstu árini, men tað tykist sum um, at tað hevur verið meira støðugt seinastu árini, sigur Erik Biskopstø.

 

Fyrru árini var kampingplássið á útfyllingini á Biskupsstøð hinu megin stóra pallin á Vágsbø. Har var ein heilur býur, sum lá á fyrstu parkett til Summar Festivalin.

 

Nú er bygt á økinum, so har hevur kampingplássið ikki verið seinastu árini.

 

Erik Biskopstø sigur, at fólk hava kortini verið væl nøgd við, at kampingvognarnir eru spjaddir ymsa staðni í býnum, men tó so nær, at gangast kann til og frá.

 

Tjaldingarøkið á Vágsbø hinu megin Biskupsstøðgøtu er eisini í broyting. Kommunan byrjaði at grava har í ár, og fyrireikararnir av Summar Festivalinum vita ikki, um næsta byggistig fer í gongd næsta ár.

 

– So leingi vit sleppa at brúka tann ovara bøin til tjalding, so gera vit tað, sigur Erik Biskopstø.

 

Hann sigur, at festivaløkið fer eisini at brotoyast næsta ár.

 

– Mentanarhúsið skal útbyggjast, og vit fara á fund í næstum við kommununa fyri at finna út av, hvussu økið má broytast næsta ár, sigur hann.

 

Talan er um økið millum Posthúsið og Politistøðina.

 

– Tá hetta arbeiðið fer í gongd, so verður eitt byggipláss har, og tí kann vera, at vit mugu broyta og tillaga økið til næsta Summar Festival.

 

– So hetta var faktiskt tann seinasti festivalurin, soleiðis sum vit kenna hann, har alt er sum tað altíð hevur verið, sigur Erik Biskopstø.

 

Næsti Summar Festivalur verður sama vikuskiftið, sum tá verður dagarnr 8. til 10. august.

 

Atgongumerkini verða til sølu í desember og nakað eftir ársskiftið verða fyrstu nøvnini kunngjørd.

 

– Tað plaga vit at gera, tá vit eru komin út í februar ella marsmánað, sigur Erik Biskopstø.

 

Tá atgongumerkini verða sett til sølu í desember er prísurin 750 krónur fyri alt tiltakið, ella 250 krónur um dagin. Sum frálíður hækkar prísurin, sum at enda fer upp á 400 krónur um dagin, ella 1.200 fyri alt tiltakið.