avdráttirnir til danska statin 120 mió.kr. gjaldast eins og neyðugt er at seta av til óvæntaðar útreiðslur at standa ímóti við. Framgongdin í búskapinum seinastu árini fer møguliga at halda fram. Men tað er tó [...] ngar eru ein týðandi liður í at tilbúgva fólkið til arbeiðsmarknaðin til tess at fylgja tøkniligu samskiftismenningini. Vinnuskúlarnir verða mentir til nýggjar avbjóðingar, sum m.a. verða neyðugar fyri [...] oljuvinnuni. Sum ein liður í fyrireikingini til eina oljuvinnu er ætlanin at leggja kolvetnisskattalógina fyri løgtingið til viðgerðar í januar mánaði, og uppskotið til fyrsta útbjóðingarumfarið verður lagt
ein roynd at fáa tjóðveldisflokkin at ?leypa framav? til eitt nú at krevja mannin settan aftur. Kom eitt slíkt krav, tá hevði løgmaður eitt gott høvi til at siga samstarvið upp við tjóðveldið við tí grundgeving [...] MÁLIÐ um uppsøgnina av landsverkfrøðingingum fær sum vera man nógva umrøðu í fjølmiðlunum, og sum tað sær út til, so verður hetta eisini eitt heitt mál í bæði samgongu og á tingi komandi dagarnar. Vit hava [...] num til at taka sín egna landsstýrismann Finnboga Arge av ræði - ella fer hann tvørturímóti at bakka hesi einu høgru hond sína í Tinganesi upp? Í slíkum máli sum hesum hevur tú sjálvandi loyvi til at gita
løgtingsmaður, eitt gott skoðsmál til tað, sum undirritaði hevur sagt um almenna bygnaðin ta seinastu tíðina. Takk fyri tað. Men »Nú rakk idealisman líkasum ikki longur, nú tá ið tað rakti hansara egna [...] Eg vísi til opna bræv mítt til løgmann í Sosialinum sama týsdag, har mín støða til mín búk er rættiliga greið. Kalla tað idealismu ella vanliga menniskjaliga fatan av ?meining?. Eg kalli tað professionalismu [...] í útvarpinum hetta kvøldið. At vit eru summi, sum bert nýta eittans maktamboð - alment innlit- ja tað átti ikki at verið nøkur ?diskvalifikatión? í einum demokratiskum samfelag, men kanska heldur ein ábending
flogið verður til Føroya. Hampuliga dýrt Tað er ikki heilt bíligt at fáa ein bólk sum Dr. Bombay til Føroyar. Hvussu nógv FC Music skal av við, vil Finn Jensen ikki út við, men hann sigur tó, at tað er nær við [...] koyra inn til Runavíkar úr Havnini. Finn Jensen sigur í hesum sambandi, at í mars mánaða, tá ið konsertin verður, er størri sannlíki fyri hálku enn ringum veðri í sjónum, og tað er altíð gott hjá foreldrum [...] Nú er rúm tíð farin, síðani føroyingar seinast høvdu høvi til at fara til konsert hjá einum útlendskum bólki í onkrari ítróttarhøll í Føroyum. Seinasta tiltakið her á landi, har útlendskir bólkar luttóku
tilboð, karmar og møguleikar samfelagið hevur at bjóða barninum frá tí tað kemur í verðina til tað er vaksið. So er ikki í Føroyum og tað saknar forkvinnan í Føroya Pedagogfelag. - Alt er reint tilvildarligt [...] landinum til stovnarnar, men eingin tosar um innihaldið. Tað er tað vit sakna, ein politikk sum orðar eitt innihald og eina ætlan fyri alt økið. - Fakfeløgini og politikararnir eiga at vera við til at orða [...] lastast fyri tað valið, sum tey gera. Og vit eiga eisini at hava í huga, at dagstovnarnir einsamallir hava ikki æruna av, at børnini mennast væl. Tað er eitt samspæl millum børn, foreldur og stovn. Tað er munur
vart við síni evni sum áleypari. Jóannes hevur eitt sera gott slag, og til tíðir er tað næstan ómøguligt at steðga honum. Fuglfirðingar høvdu í hvussu er ikki eydnuna við sær, hóast teir royndu. Jóannes [...] so var munurin als ikki so stórur tá til stykkis kom. Mjølnir vann nevniliga 15-13, 15-11 og 15-10, so eitt sindur av spenningi var í kortini. Hjá Mjølnir var tað serliga Jóannes Poulsen, sum gjørdi vart [...] sera effektivur á kantinum. Restin av Mjølnirliðnum var á einum meira jøvnum støði, men tað var so nóg mikið til at hála sigurin heim. B-liðið hjá fuglfirðingum er hóast vánaligu plaseringina ikki illa
liggur væl fyri til at fáa silvurmerkini í meistaradeildini hjá kvinnum, og um tað skal eydnast, er neyðugt at vinna dystirnar móti veikaru liðunum í deildini. Sunnudagin eydnaðist tað eisini Drátti at [...] Dráttur-kvinnurnar kunnu fegnast um, at tað ikki var eitt nú Mjølnir, sum stóð hinumegin netið sunnudagin. Onkur kann kalla sigurin hjá Drátti ein avgreiðslusigur, og tað er tað fyri sovítt eisini, men b-liðini [...] at vinna 3-0 á Fleyr b, men avrikið hjá vágaliðnum var ikki gott, og eitt sterkari mótstøðulið hevði ivaleyst revsað Drátt fyri hetta. Dráttur vann 3-0 við settúrslitunum 15-13, 15-6, 15-10, men sum heild
døgurða sín í hølunum hjá donsku kirkjuni í Regent´s Park í London. Samankomin vóru gott og væl 70 fólk við ymiskum tilknýti til Føroyar. Heiðursgestir vóru Sofus Poulsen og rithøvundurin og blaðmaðurin Vitali [...] kl. 19.00 vóru fólk boðin vælkomin við durðasnapsi og kl. 19.50 tá øll vóru komin, var farið til syngjandi til borðs. Borðreitt varð við fiskaborði. Rávøruna hevði Faroe Seafood latið, og varð hendan tilgjørd [...] øli og sodavatni, ið Føroya Bjór hevði sent til London. Heini Ziska Dahl, ið arbeiðir fyri Donsku sjómanskirkjuna í Hull stóð fyri klaver undirspælinum til vælkendar veitslusangir, ið Marjun Nedlestone
er føroyskt. Og til fleiri av týddu sangunum er lag av føroyskum tónasmiði sett til. Nótar við besiffringum eru sum sagt til allar sangirnar, og um meir enn eitt lag er til sangin, er tað eisini tikið við [...] sjaldsamu støðu, at veruleikin ofta verður til fiktión, og fiktón verður til veruleika? SOV BLÍTT OG SØTT er ein bók, sum setur lívið í annað perspektiv enn tað, tað vanliga verður gjørt í hesum actiontíðum [...] sangbókum, men tað má sigast at vera sera heppið, at hava teir savnaðar í einari bók. Og nótarnir við besiffringunum fara helst at gera sítt til, at henda vakurt prýdda bókin verður til stóra gleði í mongum
króna til nakran pensionist og tí heldur ikki til nakra hækking. Tí feldi samgongan hetta uppskot uttan drál. Føgur orð áðrenn valið - men ein óhugnalig gerð beint eftir valið. Teirra jólagáva til pensionistin [...] skapin, ið hevur givið og gjørt Føroyum so nógv gott. Tað eru framhaldandi óteljandi møguleikar at menna og styrkja Føroyar innan Ríkisfelagsskapin. Til gagn fyri føroyingar allar og eisini pensionistin [...] loysn at bjóða føroyingum. Tað samfelagsskipan vit hava í dag - við áhaldandi og neyðugum ábótum. Tað halda vit er betri og meiri reelt enn skriviborðssamfelagið hjá samgonguni. Tað samfelagsskipan vit hava