Dráttur liggur væl fyri til at fáa silvurmerkini í meistaradeildini hjá kvinnum, og um tað skal eydnast, er neyðugt at vinna dystirnar móti veikaru liðunum í deildini.
Sunnudagin eydnaðist tað eisini Drátti at vinna 3-0 á Fleyr b, men avrikið hjá vágaliðnum var ikki gott, og eitt sterkari mótstøðulið hevði ivaleyst revsað Drátt fyri hetta.
Dráttur vann 3-0 við settúrslitunum 15-13, 15-6, 15-10, men sum heild kann sigast, at alt liðið hevði ein ringan dag. Spælið koyrdi illa, og Dráttur-kvinnurnar kunnu fegnast um, at tað ikki var eitt nú Mjølnir, sum stóð hinumegin netið sunnudagin.
Onkur kann kalla sigurin hjá Drátti ein avgreiðslusigur, og tað er tað fyri sovítt eisini, men b-liðini hjá Fleyr og TB eru ikki so vánalig, sum stigatalvan annars kundi bent á. Eitt gott dømi um hetta er, at TB b vann fyrsta sett í dystinum móti Fleyr a í Havn leygardagin.
Á Giljanesi sunnudagin gjørdi serliga Ebba Øre um seg úti á kantinum hjá Fleyr b, meðan eingin gjørdi nakað serliga vart við seg á liðnum hjá Drátti.
Men tað eydnaðist kortini heimaliðnum at vinna 3-0, men burtursæð frá úrslitinum fara tær helst at royna at gloyma henda dystin sum skjótast.