Nýggjársrøða løgmans

Aftur stendur nýtt ár fyri durum, tað seinasta í hesi øldini. Ikki bert eitt ár verður lagt aftur um bak, men eitt túsund-áraskeið nærkast endanum.

Góðu landsmenn.


Hesi túsundárini hava føroyingar búleikast í Føroyum, alt síðani víkingarnir leitaðu higar, settu búgv, skipaðu samfelagið og hildu ting á Tinganesi.


Setningur landsstýrisins

Eins og norrønu forfedrarnir búsettust her sum frælst fólk er setningur landsstýrisins við túsundáralok at endurreisa samfelagiý sum eina frælsa tjóð.


Eftir løgtingsvalið í vár gjørdist greitt, at fólkið valdi henda setning sum sín.

Tann 15. mai varð nýtt landsstýri skipað millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, og hevur samgonguskjalið sum høvuðssetning fullveldi fyri Føroyar inn í næstu øld.

Hetta eru stórmál at seta sær sum land og fólk. Stórar avbjóðingar liggja í hesum setningi, og nógvar fyrireikingar skulu gerast, búskaparliga, stjórnarliga og politiskt.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at fara undir samráðingar við donsku stjórnina næsta heyst um ríkisrættarligu viðurskifti Føroya. Ætlanin er at gera ein sáttmála um skipað samstarv landanna millum.

At fyrireika hesa ætlan eru ein sáttmálanevnd, ein búskaparnevnd og ein fyrisitingarbólkur sett at gera djúptøknar kanningar um hesi viðurskifti, sum verða støðið undir tí politisku viðgerðini og fólkaatkvøðuni í ár 2000.

Fyrst í nýggja árinum verður ein grundlógarnevnd sett at gera álit um eina føroyska grundlóg. Grundlógin verður somuleiðis løgd fyri Føroya fólk til fólkaatkvøðu.

Hetta skal verða ein skipað tilgongd, har Føroya fólk verður kunnað út í æsir um hetta mál, samstundis sum tað verður Føroya fólk, ið tekur ta endaligu avgerðina um føroyskt fullveldi.


Búskapargongdin

Við árslok er vanligt at gera upp fyri farna árið, hvussu skarst og hvørji útlitini eru fyri næsta ár.

Fyrst í juni mánaði varð avtala gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina um skuldar- og endurgjaldsspurningin um bankamálið.

Í høvuðsheitum ásetir avtalan eitt endurgjald fyri bankamálið uppá 900 mió.kr. og eitt fast afturgjald av uttanlandsskuldini uppá 323 mió.kr. árliga í 20 ár við fastari rentu uppá 5%.

Stjórnarligt frælsi og búskaparligt frælsi eru tengd hvør at øðrum. Við hesi avtalu sum grundarlagi eru týdningarmiklar búskaparligar fortreytir lagdar í eina fasta legu næstu árini, og støðið er lagt undir búskaparligari og politiskari nýhugsan.

Loksins sær út til, at vit eru við at koma uppundan aftur búskaparliga.

Vit hava fyri stuttum fingið tvær búskaparfrágreiðingar, eina føroyska og eina danska, og vísa báðar á góð búskaparlig úrslit.

Handilsjavnin gevur framvegis avlop, góðar 400 mió.kr. í ár. Útflutningsvirðið vaks meira enn innflutningsvirðið.

Gjaldsjavnin er beinleiðis ávirkaður av hesum bata, og rentuútreiðslurnar minkaðu. Gjaldsjavnaavlopið verður væntandi omanfyri milliardina við árslok.

Nettouttanlandsskuldin verður væntandi knappliga null við árslok. Nettotalið kemst í høvuðsheitum av eini almennari og privatari bruttoskuld uppá einar 8,5 mia.kr. til útheimin við eini tilsvarandi bruttoogn hjá peningastovnum, tryggingarfeløgum, tí almenna og tí privata í útheiminum.

Landskassin hevur havt avlop seinastu tvey árini uppá tilsamans 550 mill.kr., og ætlaða avlopið í 1999 er 250 milliónir. Av hesum skulu avdráttirnir til danska statin 120 mió.kr. gjaldast eins og neyðugt er at seta av til óvæntaðar útreiðslur at standa ímóti við.

Framgongdin í búskapinum seinastu árini fer møguliga at halda fram. Men tað er tó ein ávísur vandi fyri, at vit kunnu fáa eitt minni fall í virkseminum næsta ár. Tað er tí neyðugt at styrkja búskapin og verða væl fyrireikað til búskaparlig bakkøst.


Vinna

Økta virksemið á sjógvi og landi sæst aftur í hagtølunum. Løngjaldingarnar eru øktar 10% í ár mótvegis í fjør, sum svarar til støðið í 1990. Serliga er vøksturin stórur í fiskivinnuni, alivinnuni og byggivinnuni.

Júst hesar vinnur hava ført við sær, at fleiri føroyingar sleppa aftur til arbeiðis og aðrir flyta heimaftur. Fólkatalið øktist 348 fólk, sum svarar til knapt 45.000 íbúgvar við árslok.

Arbeiðsloysið er komið niður á 7%, sum er ein stór lækking eftir fáum árum, men talið er enn ov stórt.

Arbeitt verður við at økja um útbúgvingarmøguleikarnar fyri m.a. at forða fyri varandi arbeiðsloysi.

Nýggju lógirnar um útbúgvingar innan tøkni, yrkisskúlar og yrkisútbúgvingar eru ein týðandi liður í at tilbúgva fólkið til arbeiðsmarknaðin til tess at fylgja tøkniligu samskiftismenningini.

Vinnuskúlarnir verða mentir til nýggjar avbjóðingar, sum m.a. verða neyðugar fyri at menna førleikan hjá føroysku arbeiðsmegini í oljuvinnuni.

Sum ein liður í fyrireikingini til eina oljuvinnu er ætlanin at leggja kolvetnisskattalógina fyri løgtingið til viðgerðar í januar mánaði, og uppskotið til fyrsta útbjóðingarumfarið verður lagt fram aftaná ólavsøku.

Hóast oljuvinnan kann gerast eitt gott íkast til føroyska vinnulívið, verður fiskivinnan tó verandi okkara høvuðsvinna.

Fiskivinnan sum heild hevur aftur havt eitt gott ár og hevur hildið sær á sama høga støði sum undanfarin ár.

Veiðan undir Føroyum øktist 9% seinasta árið. Hýsa, upsi og gulllaksur eru økt munandi, men toskur, svartkalvi og kongafiskur eru harafturímóti minkað.

Rakstrarúrslitið í veiðiliðinum gjørdist betri enn undanfarin ár. Veiðivirðið hækkaði meir enn økingin í veiðinøgdini, og avreiðingarvirðið øktist 30%, sum fyrst og fremst stendst av hægri fiskaprísum.

Fiskiflotin hevur verið førur fyri at gjalda hvørjum sítt, men ikki nóg mikið til at gera íløgur.

Eitt betri kappingarføri og broyttu reglurnar um at virka ein størri part av fiskinum í Føroyum hava ført við sær, at økti útflutningurin av virkaðum fiski og samsvarandi minkaði útflutningurin av óvirkaðum fiski saman við prísvøkstrinum á heimsmarknaðinum hava økt um útflutningsvirðið góð 10%.

Fyri fyrstu ferð í mong ár kann fiskiídnaðurin væntandi svara hvørjum sítt, men ikki nóg mikið til at endurnýggja vinnutólini.

Høgu fiskaprísirnir og lága rentustøðið í løtuni eru vinnufremjandi ávirkanir úr útheiminum, men tær eru óstøðugar, og vit hava onga ávirkan á, hvønn veg tær bera.

Vinnupolitikkur okkara eigur at vera langskygdur og byggja á varandi fortreytir fyri kappingarførið, sum er tengt at marknaðarkorunum hjá tí privata og berievnunum hjá tí almenna, og tí hava tálmanin av lønarvøkstrinum og almennum stuðulsskipanum alstóran týdning.

Ein sjálvberandi búskapur krevur lønsemi í vinnuni. Tað støðuga lønarlagið seinastu árini hevur borið í sær betri kappingarføri og fleiri arbeiðspláss.

Vit eiga tí at vísa varsemi og ikki økja um rakstrarútreiðslurnar, tí størri varsemi í beinleiðis útreiðslum gevur úrtøku aðrastaðni í samfelagnum, sum tølini greitt vísa.


Innanlandsviðurskifti

Tær nógvu lønarútgjaldingarnar síggjast eisini aftur í inntøkunum hjá kommunum, sum í ár hava fingið væl meira av skattainntøkum, enn fíggjarætlanirnar vístu.

Kommunurnar hava tí verið førar fyri at goldið eyka niður av skuldini í ár. Tó eru nakrar kommunur, sum hava so stóra skuld, at ein skuldarlætti er neyðugur.

Landsstýrið arbeiðir saman við kommunum við at finna eina loysn á hesum álvarsmáli og vónandi verður komið á mál fyrst í komandi ári. Eisini fíggingin hjá kommunum eftir ár 2000 verður viðgjørd og ásett.

Kommunuálitið verður lagt til tingsins viðgerð í januar og út frá tí orðaskiftinum verður kommunubygnaðurin í framtíðini stungin út í kortið við tí í hyggju at flyta uppgávur frá landi til kommunur, soleiðis at avgerð og fíggjarlig ábyrgd liggja so nær borgaranum sum gjørligt.

Hetta er ikki minst neyðugt, tá talan er um almannamál, har støða skal takast til persónlig viðurskifti í hvørjum einstøkum føri.

Pensjónsviðurskiftini hjá teimum eldru eru ikki nøktandi. Tí hevur samgongan sett sær fyri at betra hesi viðurskifti við eini broyting í pensjónsskipanini sum heild.


Viðurskiftini við útheimin

Neyðugt er, at mørkini við grannar okkara verða formliga skipað. Eitt av okkara týdningarmestu uttanlandsmálum er markið millum Føroya og Bretlands. Óformligar samrøður fara fram partanna millum, og mangt bendir á, at partarnir koma fram til eina semju í komandi ári.

Ein av grundarsteinunum undir tí føroysku vælferðini er samhandilin við útheimin.

Tað eydnaðist at gera grundleggjandi broytingar í sáttmálanum við ES, soleiðis at umleið 97% av okkara samhandli við ES hava ongar handilsligar forðingar.

Samstarvið við útheimin fer at økjast. Samstarvið við EFTA og ES verður tikið politiskt upp til máls næsta ár grundað á álitið um samráðingar við Europeiska Samveldið eins og handilssáttmálar verða gjørdir við aðrar partar av heiminum.

Altjóðagerðin fer at seta upp aftur størri krøv til Føroyar í komandi tíðum, tí verður neyðugt at Føroyar verða við í teimum avbjóðingum, ið bylgjast úti í heimi og gerast meiri virkin í heimssamfelagnum.


Sínámillum viðurskifti

Takkað verið flytførinum funnu føroyingar sær aðrar vinnumøguleikar, tá møguleikarnir heima vórðu skerdir.

Øll tit, ið á ein ella annan hátt vóru við til at bera byrðarnar gjøgnum tær tungu tíðirnar, soleiðis at vit kundu náa tey úrslit, vit hava lagt á borðið í kvøld, eiga eina stóra tøkk uppiborna.

Trupulleikum sleppa vit ikki undan, men at vinna á teimum, tað gevur styrki og áræði at halda fram. Tann styrkin, ið hevur borið føroyingum uppi í øldir, er styrkin frá tí Almáttuga.

Føroya fólk kennir til vanlukkur á sjónum, og enn í dag henda slíkir sorgarleikir.

Í hesi løtu leitar hugur okkara í samkenslu til øll tey, sum hava verið fyri missi í farna ári, og hugur okkara leitar eisini inn á Strendur, har einkjur, systkin, foreldur og børn stríðast við stóra sorg eftir feigdarboðini í vár um, at øll manningin á ?Sjóborgini? varð farin undir Føroyum.

Hetta rakar tey avvarðandi meint, og er ein smeitur fyri bygdarfólkið og okkum øll sum fólk. Harrin styrki tykkum gjøgnum hesa sváru tíð.

Góðu landsmenn.

Vit standa við eitt vegamót í søgu landsins. Týdningarmiklar avgerðir skulu takast, har hvør einstakur føroyingur eigur sín avgerandi lut.

Tað skal sterkur ryggur til at bera góðar dagar, sigur gamalt orðatak. Lat okkum halda fast um ta framgongd, vit við strevi hava vunnið okkum - eitt búskaparúrslit, sum ikki má gleppa okkum av hondum.

Standa vit saman, tað veri seg persónliga ella samfelagsliga, megna vit at náa tey mál, vit hava sett okkum.

Árið 1998 royndist væl, og eg fari at bera Føroya fólki eina stóra tøkk fyri virkisfýsni farna árið. Eg ivist onga løtu í, at vit eisini í komandi tíðum við ágrýtni taka við teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman.

Vit stíga nú inn í seinasta árið áðrenn túsundáraskiftið, og hvør ger sínar tankar í sínum stilla sinni.

Vegna Føroya landsstýri fari at enda at ynskja øllum Føroya fólki á sjógvi og landi eitt av Harranum signað nýggjár 1999.