Ein hevur sovið í brummuni í nátt

Tveir mans er skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar

Tveir mans fingu í nátt bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um tveir persónar, sum kendust, sum vóru komnir til ilnar í býnum í nátt.

Løgreglan kom uppí málið, og tað annar maðurin ikki vildi upplýsa navn og ikki hevði tamarhald á sær sjálvum, var hann tikin við á støðina, har hann svevur rúsin út.

Báðir menninir er skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar, sigur vaktleiðarin.

Annars hevur náttin hjá løgregluni verið friðarlig.