KÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

Vit taka stutt samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum KÍ og 07 Vestur í Betrideildini hjá monnum

Eins og í fjør vann KÍ allar tríggjar innanhýsis dystirnar móti 07 Vestur í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

KÍ fekk sostatt fulla úrtøku, níggju stig í teimum trimum innanhýsis dystunum.

 

Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum gjørdist 9-2 til KÍ.

 

Páll A. Klettskarð skoraði fyri KÍ í øllum trimum dystunum móti 07 Vestur, og hann skoraði samanlagt fimm ferðir móti 07 Vestur. Casper Hansen skoraði bæði málini 07 Vestur fekk móti KÍ í hesum kappingarárinum. 

 

07 Vestur-KÍ 1-2 (0-0) - 3. oktober

 

0-1 Árni Frederiksberg (48.)

 

1-1 Casper Hansen (58.)

 

1-2 Páll A. Klettskarð (76.)

 

07 Vestur-KÍ 0-4 (0-2) - 14. juni

 

0-1 Páll A. Klettskarð (37.)

 

0-2 Árni Frederiksberg, br. (41.)

 

0-3 Páll A. Klettskarð (49.)

 

0-4 Mads Boe Mikkelsen (86.)

 

KÍ-07 Vestur 3-1 (1-1) - 9. mars

 

1-0 Páll A. Klettskarð (22.)

 

1-1 Casper Hansen (24.)

 

2-1 Páll A. Klettskarð (56.)

 

3-1 Deni Pavlovic (90.+)

 

Kelda: FaroeSoccer