Svar til Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmann

   

Í Dimmalætting týsdagin 5. januar hevur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, eitt gott skoðsmál til tað, sum undirritaði hevur sagt um almenna bygnaðin ta seinastu tíðina. Takk fyri tað. Men »Nú rakk idealisman líkasum ikki longur, nú tá ið tað rakti hansara egna búk«.

Eg vísi til opna bræv mítt til løgmann í Sosialinum sama týsdag, har mín støða til mín búk er rættiliga greið. Kalla tað idealismu ella vanliga menniskjaliga fatan av ?meining?. Eg kalli tað professionalismu, sum eg hvørki skal hava rós ella rís fyri. Fakliga standi eg sjálvsagt inni fyri tí, sum eg havi sagt - eisini í útvarpinum hetta kvøldið.

At vit eru summi, sum bert nýta eittans maktamboð - alment innlit- ja tað átti ikki at verið nøkur ?diskvalifikatión? í einum demokratiskum samfelag, men kanska heldur ein ábending um, at har er einki at goyma. Kanska er enntá eitt naivt álit á, at hetta er einasta gongda leið, skulu vit vinna framá.


Vinarliga

Signar P. Heinesen