Tað gekk sum tað skuldi

Flogbóltur, menn: Hóast tað gekk javnt á, so vann Mjølnir kortini dystin móti ÍFb, við trimum settum móti ongum

Tað var ikki bert toppdystur í flogbólti í Kambsdali um vikuskiftið. B-liðið hjá ÍF, sum liggur í hinum endanum á stigatalvuni hevði leygardagin vitjan av Mjølnir, men teir fingu ikki nær námind so nógv burtur úr sum a-liðið fekk sunnudagin.

ÍF b tapti nevniliga dystin móti klaksvíkingum 3-0, men sum settúrslitini siga, so var munurin als ikki so stórur tá til stykkis kom.

Mjølnir vann nevniliga 15-13, 15-11 og 15-10, so eitt sindur av spenningi var í kortini.

Hjá Mjølnir var tað serliga Jóannes Poulsen, sum gjørdi vart við síni evni sum áleypari. Jóannes hevur eitt sera gott slag, og til tíðir er tað næstan ómøguligt at steðga honum. Fuglfirðingar høvdu í hvussu er ikki eydnuna við sær, hóast teir royndu.

Jóannes plagar at fáa nógv burturúr á miðjuni, men leygardagin var hann eisini sera effektivur á kantinum. Restin av Mjølnirliðnum var á einum meira jøvnum støði, men tað var so nóg mikið til at hála sigurin heim.

B-liðið hjá fuglfirðingum er hóast vánaligu plaseringina ikki illa fyri. Liðið er samansett av ungum nýggjum leikarum og fleiri av tí gomlu garduni. Bogi Lervig er spælskipari og bæði Beinir Kristiansen og Símun Lassaberg kunnu vera effektivir í álopinum.

Í dystinum móti Mjølnir leygardagin var tað serliga Símun Lassaberg, sum fekk nógv burturúr. Hann vann nokkso nógvar bóltar, men tó ikki nóg mikið til at ÍF b fekk eitt sett burturúr og tíansheldur trý.

Støðan hjá ÍF b er nú tann, at teir framhaldandi liggja á næstniðasta plássi. Teir hava nøsina frammanfyri SÍ, sum teir vunnu á í sínamillum dystinum beint fyri jól. Sum fyrr nevnt á hesum síðum, so er ikki vist, at ÍF bert fer at fáa stigini móti SÍ burturúr, tað sum eftir er av árinum. Royndirnar á liðnum kunnu gera at teir framvegis kunnu taka bestu liðini á bóli, eins og teir gjørdu tá Fram var á vitjan á Kambsdali stutt fyri jólasteðgin.

Tó skal tað sigast, at ÍF b mest man vera at meta við bjørnina, sum er farin í dvala. Hon er friðarlig so leingi hon fær frið, men verður hon órógvað kemur øði í.

Hjá Mjølnir er støðan so at siga óbroytt. Teir vinna dystirnar móti verru liðunum ? ella teir dystirnar teir eiga at vinna ? men trupulleikin er at fáa stig til høldar móti liðunum omanfyri. Hetta skulu teir broyta, um teir ætla at gera sær vónir um at koma av fjórðaplássinum upp á eitt triðja ella annaðpláss, hóast tað lopið kanska er í hægra lagi.

Fyrstaplássið verður verandi í Fuglafirði, eingin ivi um tað.