Politisk kreppa?

Áhugavert verður at frætta, hvat løgmaður, sum eisini er formaður fólkafloksins fer at fyritaka sær í málinum um uppsøgn av landsverkfrøðinginum og samanlegging við SL. Hann kann málið verða partur av taktikki fólkafloksins at sleppa av við tjóðveldisflokkin?

MÁLIÐ um uppsøgnina av landsverkfrøðingingum fær sum vera man nógva umrøðu í fjølmiðlunum, og sum tað sær út til, so verður hetta eisini eitt heitt mál í bæði samgongu og á tingi komandi dagarnar. Vit hava longu vísa á ymiskt á hesum stað, og skulu ikki endurtaka nakað av tí nú.


MEN spurningurin um málið kann fáa politiskar avleiðingar er eisini aktuellur, skulu vit ganga eftir tí, sum framstandandi tjóðveldis- og sjálvstýrisfólk siga. Málið hevur so eisini avleiðingar fyri fólkaflokkin innanhýsis. Framstandandi fólkafloksmenn halda mannagongdina og atburðin frá teirra egnu vera so burturvið, at teir nærum tevja blóð. Onkur tekur so til orðanna, at hann vil als einki hava við flokkin at gera, fyrr enn landsverkfrøðingurin er settur aftur í starv.


SPURNINGURIN er nú, hvat løgmaður, sum eisini er formaður fólkafloksins, fer og kann gera í málinum. Fer hann at lata seg trýsta av tjóðveldis- og sjálvstýrisflokki og av sínum egnu á eitt nú landsverkfrøðingsstovinum til at taka sín egna landsstýrismann Finnboga Arge av ræði - ella fer hann tvørturímóti at bakka hesi einu høgru hond sína í Tinganesi upp?


Í slíkum máli sum hesum hevur tú sjálvandi loyvi til at gita og gera tínar metingar um, hvat í veruleikanum býr undir. Kann t.d. nakað vera í hesi útlegging: fólkaflokkurin hevur ongantíð verið góður við tjóðveldisflokkin og als ikki ágangandi royndunum hjá flokkinum at taka fullveldi skjótast gjørligt. Tá ein veit, hvussu oftani fólkafloksmenn við ÓB á odda hugsa taktiskt, so kundi verið hugsandi, at LVF-málið er ein roynd at fáa tjóðveldisflokkin at ?leypa framav? til eitt nú at krevja mannin settan aftur. Kom eitt slíkt krav, tá hevði løgmaður eitt gott høvi til at siga samstarvið upp við tjóðveldið við tí grundgeving, at tjóðveldisflokkurin góðtekur ikki rationalisering, samanlegging og privatisering innan tað almenna. Men tjóðveldisflokkurin vil gera alt fyri at vera sitandi í Tinganesi fyri at fullføra fullveldisarbeiðið, og tí setir hann neyvan nøkur slík krøv. Tí er líkt til, at løgmaður lovar at finna eina millumloysn, tó uttan at LVF verður settur aftur í starv. Hetta er einasti máti hann kann bjarga FA, men ein avleiðingin av hesum máli verður so undir øllum umstøðum, at bæði fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkur verða fyri stórum missi og koma at kenna sviðan av hesum til eitt komandi val.