- Romantiska ímyndingin um, at børnini skulu vera heima hjá mammuni allan dagin, heldur ikki longur, tí samfelagið er so nógv broytt. Foreldrini velja at vera heima í bestu meining, men tað er spurningurin í dag, um tey ikki gera børnunum eina bjarnatænastu við at vera heima hjá teimum. Á dagstovnunum hava tey tilboð, sum tey ofta ikki hava heima. Har eru nógv onnur børn at spæla við og annars møguleikar fyri ymiskum, sum foreldur ikki hava umstøður at bjóða børnum sínum.
Hetta sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, í viðmerking til niðurstøðurnar í norðurlendsku granskingarverkætlanunum, ið greitt boða frá, at børn mennast betri við at vera á dagstovni enn heima hjá foreldrunum. Tey klára seg betri sosialt, í skúlanum og seinni í lívinum.
- Hetta er ein rættiliga viðkvæmur spurningur at umrøða, tí sjálvandi skulu foreldrini ikki lastast fyri tað valið, sum tey gera. Og vit eiga eisini at hava í huga, at dagstovnarnir einsamallir hava ikki æruna av, at børnini mennast væl. Tað er eitt samspæl millum børn, foreldur og stovn. Tað er munur á foreldrum, tað er munur á umhvørvi eins og tað er munur á børnum. Í dag mugu vit bara síggja í eyguni, at tað eru bert fá børn, sum eru heima hjá foreldrunum og hesi hava ikki somu møguleikar og tilboð sum tey, sum eru á stovni, sigur Carita Björklund.
Alt av tilvild
Tað er uppi í tíðini at orða ein politikk ella stevnumið fyri eitt øki sær. Fleiri lond hava ein orðaðan heildarpolitikk á barnaøkinum, sum greitt setir út í kortið, hvørji tilboð, karmar og møguleikar samfelagið hevur at bjóða barninum frá tí tað kemur í verðina til tað er vaksið. So er ikki í Føroyum og tað saknar forkvinnan í Føroya Pedagogfelag.
- Alt er reint tilvildarligt sum nú er. Barnagarðarnir hoyra undir Almanna- og heilsumálastýrið, og tá ið hesi børnini fara í skúla koma tey undir Undirvísingar- og mentamálastýrið. Børnini flyta úr einum stýri í annað, her er eingin heild í. Sum er fáa vit fysisku karmarnar og játtanina frá landinum til stovnarnar, men eingin tosar um innihaldið. Tað er tað vit sakna, ein politikk sum orðar eitt innihald og eina ætlan fyri alt økið.
- Fakfeløgini og politikararnir eiga at vera við til at orða ein slíkan politikk. Í mínum hugaheimi eiga dagstovnarnir at hoyra undir Undirvísingar- og mentamálastýrið. Samfelagið eigur at viðurkenna dagstovnarnar og týdningin teir hava. Ikki sum eitt stað fyri ansing, men sum eitt stað fyri menning undir tryggum umstøðum. Tíðin er farin frá hesum hugtakinum, ið sigur, at børn verða ansað á dagstovnum. Í dag vita vit, at børn mennast frá tí tey koma í verðina. Tí skal dagstovnurin fatast sum eitt pedagogiskt tilboð til børn, eitt tilboð, ið eigur at standa øllum børnum í boði.
- Kanningin hjá svianum Bengt-Erik Andersson, sum er vorðin heimskend og viðurkend, bendir týðiliga á, at tað sum fyrr æt ansing eitur í dag umsorgan, menning og læring. Børnini taka ímóti lærdómi alla tíðina. Lítið og einki hevur verið tosað um hesi viðurskifti. Fyrr varð hildið, at barndómurin var eitt tíðarskeið sum bara skuldi verða yvirstaðið. Í dag vita vit, at hetta tíðarbilið í lívinum hevur altavgerandi týdning fyri restina av lívinum. Tað er sjálvt grundarlagið. Børn hava krav uppá og rætt til hesa menningina. Tá ið tey koma í skúla fáa tey frálæru, men tey hava í grundini krav uppá hetta frá byrjan av. Spæl og læra eru ikki hvør sítt, tey hoyra saman og eru ein fyritreyt fyri hvørt annað. Uppgávan hjá pedagogunum er at vegleiða børnini, lurta eftir teimum, vera við at menna tey og læra tey at fáa hylling á ymiskum, sigur Carita Björklund.
Frek og framlig
Sum pedagogur á ymsum dagstovnum í tjúgu ár eru tað eisini royndirnar hjá Caritu Björklund, at tey børn sum koma sum smá á dagstovn eru best fyri í menningini.
- Lærarar siga eisini, at tað er stórur munur at fáa børn úr dagstovnum og børn heimanifrá í skúla. Fyrr søgdu fólk, at børn sum komu úr barnagørðum vóru so frek, - í siga vit, at tey eru so framlig. Meðan tey sum koma heimanifrá eru stillfør og meiri smæðin og detta tí lættari niðurímillum. Og tað er tí, at stovnsbørnini eru von við at vera saman við nógvum børnum og duga at gera seg galdandi.
Norðurlendsku kanningarnar, sum vit sipa til, kanningin hjá Ellen Hartmann og hjá Bengt-Erik Andersson, taka støði í, at tað eru útbúnir pedagogar, sum arbeiða á stovnunum. Veruleikin í Føroyum - og aðra staðni eisini í ein mun - er, at starvsfólkini á dagstovnunum í rættiliga stóran mun eru hjálparfólk, tað vil siga fólk, ið ikki hava útbúgving sum pedagogar.
- Hetta er ein stórur trupulleiki, tørvurin er ótrúliga stórur á pedagogum. Høvdu vit ein heildarpolitikk á økinum hevði útboðið av pedagogum verið í samsvari við útboðið av stovnum. Vit eiga at útbúgva fólk í tann mun tørvur er. Tað er ikki nóg gott at gera stovnar og fylla børnini í teir, um útbúna starvsfólkið ikki fylgir við. Tað hevði verið óhugsandi at bygt ein skúla, fylt børn í hann og ikki sett útbúnar lærarar í starv.
- Sum fakfelag hava vit roynt at lagt trýst á at fáa fleiri pedagogflokkar, og sum eg havi skilt er ætlanin, at Læraraskúlin tekur ein eykaflokk inn í ár. Útbúgvingin eigur samstundis at verða skipað betri, í løtuni er tað reint av tilvild um ella nær ein flokkur verður tikin inn.
Í mun til bíðilistarnir, sum eru til dagstovnarnar, hevur bert ein góður triðingur í boði eitt pláss.
- Hetta er alt ov lítið í einum samfelag sum okkara, sigur Carita Björklund.
Foreldur tilvitað
Gongdin í Noregi eitt nú og lutvíst í Føroyum hevur verið, at foreldur hava fingið í boðið kontantgjald fyri at ansa børnum heima. Norska stjórnin vónaði við hesum tilboði, at bíðilistarnir til dagstovnarnar fóru at minka munandi, men so hevur als ikki verið. Bert familjur, ið eru sera illa fyri fíggjarliga, hava tikið av tilboðnum.
- Tað er øvugta vegin at fara at mæla fólki frá at koyra børnini á dagstovn. Er ætlanin at fáa bíðilistarnar at minka er kontantgjald eingin loysn. Foreldur eru tilvitað um, at dagstovnar eru eitt gott tilboð til børn og tí taka so fá av kontantgjaldinum. Samstundis eru fólk væl útbúgvin í dag og vilja út á arbeiðsmarknaðin. Ikki so nógv hava hug at vera heima.
- Fólk hava tikið synd í hesum smáu sum byrja í vøggustovu, men tað er als ikki synd í teimum. Tey hava aðrar møguleikar har enn heima at menna seg bæði likamliga og sálarliga. Kanningin vísir eisini, at jú fyrr tey koma á stovn, jú betri eru tey fyri. Foreldur hava ringa samvitsku av at lata børnini út so tíðliga og tað skilji eg væl sum foreldur. Sjálvandi er tað keðiligt hjá foreldrunum ikki at vera so nógv við í gerandisdegnum hjá børnunum, men tey flestu hava sum oftast einki val, sigur Carita Björklund at enda.
----
Kanningarnar, sum sipað verður til í samrøðuni við Caritu Björklund, eru kanningin hjá Bengt-Erik Andersson, professara á svenska læraraháskúlanum, og kanningin hjá Ellen Hartmann, professara í sálarfrøði. Tær eru umrøddar á síðu 6 í blaðnum.