Sov blítt og søtt

Petur Simonsen ummælir sangbókina Sov blítt og søtt, sum forlagið undir Brúnni hevur givið út

Forlagið undir Brúnni við Britu og Eli Smith hevur givið út bókina SOV BLÍTT OG SØTT - Kvøldsangir við nótum og besiffringum. Eli hevur lagt útgávuna til rættis og hevur sjálvur prýtt bókina.

Í bókini, sum er 226 blaðsíður, eru 93 sangir ? føroyskir og útlendskir. Saman við sangunum eru myndir, sum Eli hevur teknað; og hugskotið til bókina man vera komið við øllum teimum tekningum og skitsum, hann hevur gjørt av sovandi børnum seinnu árini. Aftari í bókini eru nótar við besiffringum av øllum sangunum. Dánjal Eysturstein hevur staðið fyri tí partinum. Aftast er yvirlit, sum í stuttum lýsir yrkjarar, týðarar og tónaskøld til sangirnar í bókini. Hetta yvirlitið hevur Helgi Hansen skrivað.

Sangirnir eru greinaðir sundur í Vøgguvísur og sangir, Sunnudagsskúlasangir, Kvøldsangir, Kvøldsálmar og Sálmar. At enda eru eisini nakrir Útlendskir sangir og vísur við í bókini.

Tað er helst so, at summi okkara sakna onkran sangin og kanska eisini ivast eitt sindur í, hví hesin ella hasin sangurin er tikin við, nú talan er um ein bók við kvøldsangum. Men sum heild haldi eg, at úrvalið er breitt og hóskandi til eina slíka bók.

Í bókini eru sangir, sum tey flestu vaksnu kenna væl. Og har eru eisini nýggjari sangir, sum eru serliga væl dámdir millum børnini. Haraftrat eru sangir og nótar, sum neyvan hava verið á prenti áður. Summir av sangunum eru lættir og lívligir, aðrir eru meira álvarsamir, men eyðkennið fyri teir flestu er, at teir hava eitt kristiligt grundstøði.

Flest allir sangirnir eru frammanundan at finna í ymsum sálma- og sangbókum, men tað má sigast at vera sera heppið, at hava teir savnaðar í einari bók. Og nótarnir við besiffringunum fara helst at gera sítt til, at henda vakurt prýdda bókin verður til stóra gleði í mongum heimi.

Sum sagt, so kenna mong foreldur fleiri av sangunum aftur frá barnaárunum. Vit minnast tá mamma, pápi ella onnur góð fólk saman við okkum sungu hesar vakru og friðfullu kvøldsangir. Løturnar, tá sangir sum

- Engin so kann síni varða

- Góða mamma, eg vil sova

- Lítla Marin droymdi

- Nú dagurin at enda er

- Rura, rura barnið

- Sov blítt og søtt

vóru sungnir, eru vitar, sum lýsa bjart í minninum frá barnaárunum - løtur, tá hugurin hevði frítt at fara í tryggum og fjálgum umhvørvi. Løtur, sum ikki koma av sær sjálvum, men sum uprenna, tá ið vit koma hvørjum øðrum við ? foreldur og børn. Løtur, sum bert koma, tá ið vit geva okkum tíð til at vera til.

Nógvir av nýggjaru sangunum í bókini eru væl kendir - eru dagliga at hoyra í útvarpi, og eru vorðnir sonn fólkaogn. Aðrir eru minni kendir. Men við hesi bókini verða fleiri teirra helst betur kendir innan ikki ov langa tíð. Millum nýggjaru sangirnar eru t.d.

- Blunda, blunda lítli mín, Annika Hoydal

- Brosið klæðir tær (Kvøða til pinkubarnið), M.C.Restotf

- Dagur er nú farin, B.á V. Smith/Regin Guttesen

- Hvør er tað, sum har kemur, Oskar Hermansson/Christian Wahl

- Kom, legg títt høvur, Simme

- Myrkna gluggar, kemur nátt, Frits Johannesen

- Tú bar mær tað sól (Barnið), Sigmund Poulsen/J.á R.Olsen

Nakrar eldri yrkingar hava fingið lív av nýggjum, tí at vøkur løg eru sett til tær. Her eru sangir sum

- Nú vakurt er (Barnakenslur), Jacob Hansen/Jógvan á Lakjuni

- Rura, rura, vakna ei (Vøgguljóð), H.A. Djurhuus/Knút Olsen

- Tað brenna túsund ljós í nátt, H.A.Djurhuus/ Eyðun á Lakjuni

- Tú, sum uppkveikti milliónir av stjørnum, Jóhs.Johansen-Ismar Joensen/Jógvan á Lakjuni

Og so eru tað sangir, har orð og lag er á prenti á fyrsta sinni, t.d.

- Stilli í sólsetri sinni ber ró (Kvirra), Lillian Johannesen/Knút Olsen

- Við songarstokkin móður, Z. Zachariassen/Eyðun á Lakjuni

Sum sæst omanfyri, eru nógvir av sangunum føroyskir av uppruna, tvs. at bæði orð og lag er føroyskt. Og til fleiri av týddu sangunum er lag av føroyskum tónasmiði sett til.

Nótar við besiffringum eru sum sagt til allar sangirnar, og um meir enn eitt lag er til sangin, er tað eisini tikið við. Útgevarin hevur valt at hava nótarnar í eini deild fyri seg sjálvar og ikki saman við sangunum. Hetta er helst ein góð loysn, tí vanliga fer at verða sungið úr SOV BLÍTT OG SØTT uttan at brúk verður fyri at hava nótarnar framman fyri sær. Sangurin stendur eisini snøggari á blaðnum saman við vøkru og fjálgu tekningunum og vatnlitsmyndunum, sum prýða bókina.

Seinasti partur av bókini Yvirlit yvir yrkjarar, týðarar og tónaskøld er eitt hent savn við upplýsingum um persónarnar aftan fyri sangirnar. Tú fært at vita um m. a. aldur, arbeiði og listarligt avrik. Tú sært eisini í hesum yvirliti hvørjar sangir viðkomandi yrkjari, týðari ella tónaskald eigur í bókini.

Í hesum miðlatíðum, har útvarp, sjónvarp og internót er fittur partur av gerandisdegnum hjá flestum okkara, ikki minst børnunum, har vit støðugt lata okkum fóðra við tí nýggjasta, tí mest ótrúliga, tí mest spennadi, tí mest syrgiliga og ikki minst við tí mest ráða og ræðuliga, kann tað vera gott og neyðugt at steðga á og spyrja:

Er øll hendan kunnanin um hetta og hatta so umráðandi? Geva vit tí vit síggja og hoyra gætur? Taka vit støðu til vandamálini, sum fløða inn í heimini? Ella er tíðindafloymurin um heimsins sorgarleikir vorðin eins gott udirhald, sum eitt spennandi telduspæl ? tá tað er liðugt, ja, so eru øll tey løstaðu og dripnu frísk og ferðug til enn eitt nýtt spæl? Eru vit og børn okkara í tí sjaldsamu støðu, at veruleikin ofta verður til fiktión, og fiktón verður til veruleika?

SOV BLÍTT OG SØTT er ein bók, sum setur lívið í annað perspektiv enn tað, tað vanliga verður gjørt í hesum actiontíðum. Vit steðga á eina løtu, og saman við børnunum kunnu vit syngja um tað vakra, um skaparverkið, um náttúruna, um kærleika, um trúfesti, um álit og um tryggleika. Vit spyrja og svara, hugsa og droyma, flenna og signa, kenna hugna og samanhald. Vit uppliva løtur, sum okkara børn og barnabørn fara at minnast afturá við gleði og taksemi, og sum er og verður teimum eitt gott kjølfesti í tí ágangandi og strævna lívi, sum er dagsins veruleiki hjá børnunum.


Sov blítt og søtt og droym um sól,

sum lýsir yvir garð.

Gud Faðir, hann í himni er,

skal ansa eftir tær.


Petur Simonsen