Rice and Curry í Føroyum

Í gjár skrivaði Sosialurin um, at tann í løtuni so sera vælumtókti

bólkurin Dr. Bombay kemur til Føroya í mars mánaða

Nú er rúm tíð farin, síðani føroyingar seinast høvdu høvi til at fara til konsert hjá einum útlendskum bólki í onkrari ítróttarhøll í Føroyum.

Seinasta tiltakið her á landi, har útlendskir bólkar luttóku, var árliga jazz, fólka og bluesfestivalurin, sum var í Norðurlandahúsinum miðskeiðis í oktober mánaða í farna ári.

Sum oftast er tað FC Music, sum skipar fyri konsertum við útlendskum

nøvnum her á landi, og tann seinasta, ið teir høvdu, var tann við enska gentubólkinum Spice Power í februar mánaða.

Tann 6. mars verður so aftur eitt stórt útlendskt navn á palli í

Føroyum, tá ið Dr. Bombay, sum í løtuni herjar nógvar hittlistar, eisini í Yngd, við sínum "Rice and Curry" og "Calcutta", fer at royna seg á palli fyri føroysku áhoyrarafjøldini.


Helst í Runavík

Sum oftast, tá ið okkurt størri útlendskt navn hevur verið á vitjan í Føroyum, hevur konsertin ella tiltakið verið í Havn, men soleiðis verður ikki í hesum førinum.

Finn Jensen frá FC Music, sum skipar fyri tiltakinum við Dr. Bombay,

sigur við Yngd, at í løtuni verður arbeitt við, at konsertin skal fara fram í ítróttarhøllini í Runavík.

Onkur vildi kanska mett, at betur hevði verið, um konsertin hevði verið í høllini á Kambsdali, men Finn Jensen sigur, at FC Music hevur hug til at royna høllina í Runavík og so, í samstarvi við Strandfaraskip Landsins, skipa fyri sigling við eitt nú Ternuni av Havnini og inn til Runavíkar. Á henda hátt slepst undan at ungdómar noyðast at koyra inn til Runavíkar úr Havnini.

Finn Jensen sigur í hesum sambandi, at í mars mánaða, tá ið konsertin verður, er størri sannlíki fyri hálku enn ringum veðri í sjónum, og tað er altíð gott hjá foreldrum og avvarðandi at vita at børn teirra ikki sita í bilum á landsvegnum, men í staðin sita umborð á einum almennum ferðamannaskipi, sum verður ført av vaksnum og edrúum fólki.


Fimm fólk í ferðalagnum

Tá ið vit tosaðu við Finn Jensen í gjáramorgunin, segði hann, at avtalan um konsertina var á veg til hansara, og hann væntaði, at allir teir endaligu spurningarnir skuldu verið loystir í endanum av hesi vikuni.

Dr. Bombay kemur til Danmarkar at hava nakrar konsertir, fáar dagar

áðrenn hann kemur hendanvegin.

Í ferðalagnum hjá doktarinum eru fimm fólk. Við sær á pallin hevur ein tónleikara aftrat og so tveir dansarar.

Ferðalagið kemur eisini at hava nokk so fitt av pallútgerð við sær.

Tískil verður neyðugt at taka fleiri setur úr flúgvaranum fyri at fáa pláss fyri allari útgerðini, tá ið flogið verður til Føroya.


Hampuliga dýrt

Tað er ikki heilt bíligt at fáa ein bólk sum Dr. Bombay til Føroyar.

Hvussu nógv FC Music skal av við, vil Finn Jensen ikki út við, men hann sigur tó, at tað er nær við ta upphædd, sum Smokie á sinni kravdi.

Tó verða atgongumerkini ikki so ovurhonds dýr, sum tey onkuntíð áður

hava verið. Skipað verður fyri tveimum konsertum. Tann fyrra, sum er serliga ætlað børnum, fer helst at kosta einar hundrað krónur, meðan tann seinna framførslan, sum helst rættast er kalla tað, fer at kosta knappar tveyhundrað krónur, men tá verður jú eisini skipað fyri diskoteki til langt út á náttina.


Aðrar ætlanir eisini

Hjá FC Music arbeiða teir ikki einans við Dr. Bombay. Aðrar ætlanir eru eisini frammi, og Finn Jensen nevnir í hesum sambandi, at seinast í hesum mánaðinum kemur ein íslendskur rokkbólkur hendanvegin, har FC Music samskipar tiltakið. Í sambandi við hetta tiltakið kemur eisini ein íslendsk radiostøð til Føroya. Hesin bólkurin fer helst at hava tvær konsertir á vitjan síni í Føroyum.

Seinni í vár fer helst ein danskur bluesbólkur at koma til Føroya at

hava nakrar framførslur, men enn er einki endaligt komið upp á pláss við hesum.

Somuleiðis fær FC Music dagliga tilboð um at fáa kend nøvn til Føroya at hava konsertir, men sum oftast eru hesi ov dýr, hóast okkum hevði dámt væl at sloppið at hoyrt tey.

Tó arbeiðir FC Music við onkrari størri ætlanir um eitt tiltak í summar,men Finn Jensen vil ikki koma nærri inn á hetta.

Fyri fyrst mugu vit bert bíða spent eftir at fáa rís og karry.