vórðu tiknir sum teir lógu og avreiddu svartkjaft til Havsbrún í Fuglafjørði. Talan er um tveir bátar úr Fraserburgh, sum er eitt sindur norðanfyri Aberdeen. Løgreglan fór umborð á bátarnar at kanna teir, [...] kom hon eftir, at teir hava verið fleiri ferðir undir Føroyum, uttan at nakar hevur vitað av, og tað er brot á lógina . - Teir hava ikki boðað frá, at teir yvirhøvur komu undir Føroyar at fiska. Teir hava [...] avreitt 10 ferðir í Fuglafjørði undan Føroyum, men teir hava ongantíð boðað frá, at teir hava verið her. Annars hevur avreitt seks ferðir og hin fýra ferðir. Tilsamans hava teir fiskað um 2.400 tons. Beint
Men hvør er hendan Hjørdis, sum eg eri á veg út at vitja. Hjørdis Haack er hálvur føroyingur og hálvur dani, men hon er uppvaksin í Svøríki og hevur búð alt sítt lív uttan fyri Føroyar. Hon er listarkvinna [...] dámar sera væl hendan háttin, tí so er tað ikki neyðugt hjá henni at vera hjástødd alla tíðina. Hon fær bara boð um, tá onkur málningur hjá henni er seldur. Tað er so, at hvørt av listarfólkunum binda [...] og sigur, at trupult er at finna rúmd til standmyndirnar hjá Hans Paula. Sjálvur hevði eg gleðiliga tikið mær av teimum, um tað skuldi komið upp á tal. At listafólk búgva inni her ber stovan boð um. S
Sigmund Andreassen var komin heimaftur. Hann vísti samtíðis á, at her er talan um eitt mál, har fiskireglur ikki eru hildnar. Hetta er nakað, sum bæði franskir, føroyskir og danskir myndugleikar vanliga [...] grundir. Sigmund Andreassen fekk nevniliga passið aftur herfyri og kundi fara av aftur oynni. Hann er nú aftur í Føroyum. Men á tíðindafundi á Hotel Hafnia slapp danski uttanríkisráðharrin ikki undan at [...] kann ein stovnur ella instansur í einum øðrum landi ikki leggja seg út í tað. Dómstólurin í Danmark er t.d. óheftur av statsmaktini, og soleiðis skal tað vera.
sjálvstýrandi statur. -Kosovo er ein partur av Serbia. Trupulleikin her er, at Milosowitj hevur tikið víttgangandi sjálvstýrið frá íbúgvunum. Tað er ein trupulleiki , og tað er hetta, sum skal fáast uppá [...] fyri at siga her. Longur kann eg ikki fara her. Á tíðindafundinum var løgmaður spurdur, um hann er samdur við uttanríkisráðharran, at orðið suverenitetur ikki gevur nakra meining. -Tað er ein spurningur [...] -Tí fylgja vit nágreiniliga við í, hvat hendir í hesum máli, men hinvegin er tað púra greitt, at hetta er eitt mál, sum verður viðgjørt í Føroyum. So skjótt før-oyingar hava fingið greiðu á hesum og ynskja
handilsavtalu. Men tá vit síggja, hvussu spakuliga hetta hevur gingið, so er man farin at hugsa um aðrar møguleikar, og her er eitt uppskot, at Danmark vegna Føroyar verður limur í EFTA, og at ein tann [...] samráðingunum við landsstýrið, og tað er mín meining, at ein EBS-avtala - hvørki principielt, praktiskt og fíggjarliga, er nøkur góð avtala fyri Føroyar. Men tað er sjálvandi upp til føroyingar at meta [...] ES. EFTA og tjóðir Síðani er spurningurin eisini vorðin reistur, um tað ber til at gera broytingar í EFTA, soleiðis at treytirnar fyri at gerast limur verða broyttar. Í dag er EFTA bert fyri sjálvstøðug
starvsvenjing. Hesin møguleiki er bert ein partur av tí samlaða arbeiðs-/ vinnu- og útbúgvingarkunnleika, sum næmingarnir fáa, meðan teir ganga í fólkaskúlanum. Hinvegin er tað ivaleyst tann partur, sum [...] starvsvenjing við nøktandi innihaldi. Tíbetur er støðan batnað nakað nú, og arbeiðsplássini eru aftur sinnað at taka móti næmingum í starvsvenjing. Hetta er serliga gandandi á tí privata arbeiðsmarknaðinum [...] ng. Í Danmark til dømis er tað ikki óvanligt, at bæði almenn og privat arbeiðspláss venda sær beinleiðis til skúlarnar og biða næmingar koma í starvsvenjing hjá teimum. Tað er, sum sagt, ein vaksandi áhugi
kanna. Hetta krevur at skrásetingin í heilsuverkinum er umfatandi og álítandi. Tað er hon ikki í løtuni og tíeigur eitt fólk, sum er væl inni í biohagtølum, at fara undir hetta arbeiðið. Hetta arbeiðið skal [...] hansara tykki er hetta tilboð so gott, at vit eiga at fara undir virksemið beinanvegin. Virksemið fellur í tríggjar partar. 1) At finna tey fólkini, sum hava tær dagnosurinar, sum áhugi er fyri at kanna [...] kunnleika til ávísar sjúkur í Føroyum. 2) Ættartræið eigur, alt sum tað er, at verða lagt inn á teldu ? eini fimm ættarlið aftur. Her hava vit góðar fortreytir, tí so nógvfólk í Føroyum eru áhugað í ætta
lívstrygging, tá tað kanska er møguligt at slá upp og síggja júst hvussu ein er samansettur og hvørji brek eru, sigur Kristian Magnussen, at hugsanin er óhugnalig og at tað er keðiligt at hugsa sær, at [...] dent á, at hann er ikki ímóti gransking. - Men málið vendir ikki rætt, fyri at siga tað soleiðis. Tað er ikki rætti mátin at byrja slíka ætlan við eini eykajáttanarlóg. Heldur ikki er nøktandi, at tað [...] nakað at vita í málinum, tað er, sum verður roynt at gera málið til okkurt smávegis, sigur Kristian Magnussen, ið ikki heldur, at hetta at játta nakrar hundrað túsund krónur nú er nakað smávegis, tí hetta
»Eyga hyggjarans« er tann undgi, svarti hugsjónarmaðurin Henry Burton (Adrian Lester), sum er abbasonur ein borgararættindastríðsmann, og sum leitar eftir eini sak at stríðast fyri og eini fyrimynd at [...] veruleikanna heimi, ella skalt tú halda hugsjónarliga flaggið høgt. Filmurin er grundaður skaldsøguna »Anonymous«, hvørs rithøvundur er ókendur og sum eftir øllum at døma hevur grundað hana á gjølla innanhýsisvitan [...] Susan (Emma Thompson), so hann fer við í valstríð hansara og í tað lítla politiska familjusamanhaldið. Her verður hann skjótt ein av trúgvastu medarbeiðarunum saman við tí kyniska politiska stratekinum, Richard
fer at eydnast honum kortini. Spurningurin er bara nær. Stjórin í Chelsea ? hann eitur Colin Hutchinson ? segði á tíðindafundinum hósdagin, at eingin avtala er gjørd millum Chelsea og FC Keypmannahavn. [...] FC Keypmannahavn. Spurningurin er bert nær. ? Tað verður í øllum førum ikki fyrr enn aftan á returdystin í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar, segði Laudrup. Her hevur lagnan lagað tað soleiðis [...] at siga Chelsea-spælarunum farvæl, tí hetta er besti hópur, eg nakrantíð havi verið partur av, og eg rokni við, at liðið vinnur Premier League í ár. Eftir er nú bert hjá Chelsea at góðtaka avgerðina hjá