Spurningurin um føroyska skiparan Sigmund Andreassen, sum í meira enn eitt hálvt ár var afturhildin á fronsku oynni Réunion varð ikki viðgjørdur undir vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum. Og tað hevði sínar góður grundir. Sigmund Andreassen fekk nevniliga passið aftur herfyri og kundi fara av aftur oynni. Hann er nú aftur í Føroyum.
Men á tíðindafundi á Hotel Hafnia slapp danski uttanríkisráðharrin ikki undan at svara spurningum um eitt nú danska leiklutin í hesum máli.
Tað hevur nevniliga fleiri ferðir verið ført fram í føroyskari pressu, at danska uttanríkisráðharrin ikki gjørt nóg mikið fyri at fáa Sigmundi passið aftur, soleiðis at hann kundi sleppa av aftur oynni.
Niels Helveg Petersen fegnaðist um, at Sigmund Andreassen var komin heimaftur. Hann vísti samtíðis á, at her er talan um eitt mál, har fiskireglur ikki eru hildnar. Hetta er nakað, sum bæði franskir, føroyskir og danskir myndugleikar vanliga taka í størsta álvara.
-Málið endaði við dómstólin á Reunion, og tá ber ikki til hjá einum myndugleika í øðrum landi at leggja seg út í málið. Hevði slíkt mál verið fyri í Danmark, so hevði uttanríkisráðið heldur ikki havt møguleika at lagt seg út í tað, sum dómstólurin fyritók sær.
Niels Helveg Petersen sigur, at ein kann ikki krevja, at ein dómstólur skal gera hetta ella hatta men vísir á, at danska uttanríkisráðið gjørdi alt tað, sum stóð í tess makt, fyri at fáa Sigmund leysan.
Uttanríkisráðharrin heldur ikki, at annað kundi gerast fyri Sigmund, tí eitt land kann ikki uttan víðari leggja seg út í tað, sum dómstólurin fyritekur seg í einum øðrum landi. Tá ein persónur verður tikin fyri at hava framt lógarbrot í einum landi og kemur fyri dómstólin, so kann ein stovnur ella instansur í einum øðrum landi ikki leggja seg út í tað.
Dómstólurin í Danmark er t.d. óheftur av statsmaktini, og soleiðis skal tað vera.