Eitt av mest átrokandi málunum, sum danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen umrøddi við umboð fyri landsstýrið og Uttanlandsnevndina undir vitjanini í Føroyum týsdagin eru viðurskifti Føroya við ES og her við serligum atliti til marknaðartilgongd og annars framtíðar samvinnuna við felagsskapin. Spurningurin um EFTA og eina EBS líknandi avtalu hevur eisini verið nógv frammi.
Anfinn Kallsberg vísir á, at nakrar loysnir eru lagdar fram um, hvussu Føroyar best kunnu fáa marknaðaratgongd til ES og annars um samvinnuna við felagsskapin sum heild.
-Ein loysn sigur, at vit skulu halda fram við samráðingum við ES um at útbyggja verandi handilsavtalu. Men tá vit síggja, hvussu spakuliga hetta hevur gingið, so er man farin at hugsa um aðrar møguleikar, og her er eitt uppskot, at Danmark vegna Føroyar verður limur í EFTA, og at ein tann vegin kann víðka EBS samstarvið til eisini at fevna um Føroyar.
Tað kann blíva ein trupulleiki vísir løgmaður á, tí tá kann Danmark koma at sita báðumegin borðið sum ein partur av EFTA vegna Føroyar og hinumegin sum ein partur av ES.
EFTA og tjóðir
Síðani er spurningurin eisini vorðin reistur, um tað ber til at gera broytingar í EFTA, soleiðis at treytirnar fyri at gerast limur verða broyttar. Í dag er EFTA bert fyri sjálvstøðug lond, og tí ber ikki til í dag hjá Føroyum at gerast limur.
So er spurningurin: kann ein broyta viðtøkurnar hjá EFTA, soleiðis at Føroyar kunnu gerast limur í EFTA og tann vegin koma inn í EBS-samstarvið?
Anfinn Kallsberg sigur víðari, at tað hevur verið ført fram av uttanríkisráðharranum, at henda loysnin ikki er so einføld og hevur nógvar trupulleikar við sær.
Tí skulu Føroyar fara uppí eitt EBS-samstarv, so hevur tað við sær, at Føroyar eisini binda seg til at innarbeiða allar tær treytir og lógir, sum liggja í hesum samstarvinum.
-Hetta er púra greitt. ? En må tage det sure med det søde? sigur løgmaður. - Man fær ikki atgongd til EBS-samstarvið, uttan at ein eisini má seta tær lógir og reglur í gildi, sum eru fortreytin fyri hesum samstarvi.
Løgmaður viðgongur, at hetta verður ein sera tung og torfør gongd, har ein bæði skal geva og taka. Tí er tað spurningurin, hvat vit velja.
Hann vísir á, at landsstýrið fekk tilsøgn frá forsætisráðharranum, tá hann vitjaði í Føroyum, um at fáa eitt samstarv millum landsstýrið og uttanríkisráðið um, at allir hesar spurningar viðgjørdar og útgreinaðir. Soleiðis at tá ein skal undir orðaskiftið í Føroyum um, hvussu vit vilja hava okkara framtíðar viðurskifti við ES, tá hava vit fingið svar uppá teir týdningar-mestu spurningarnar um, hvat politiskt er møguligt og ikki.
Anfinn Kallsberg kann tí ikki siga í dag, hvør leið verður vald í framtíðar viðurskiftum okkara við ES.
Mælir frá EBS
Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri sigur, at hann væl skilur, at Føroyar enn ikki hava lagt seg á eina ávísa loysn.
Hann vísir á, at velja vit eina EBS-loysn, so mugu vit gera okkum greitt, at hetta merkir, at nógvar av teimum lógum og rættarreglum, sum eru í ES, tá eisini mugu setast í gildi í Føroyum. Hetta hava m.a. norðmenn verið noyddir til eftir, at teir fingu EBS-samstarv.
-Ein skal eisini vera heilt greiður yvir, at norðmenn eisini máttu geva út á fiskivinnuøkinum fyri at fáa eina EBS-avtalu. Tað er tí ikki so, at ein bara kann siga, at fiskivinnumál skulu haldast uttanfyri, tá ein fer í holt við slíkar samráðingar. Tí havi eg heldur ikki dult undir samráðingunum við landsstýrið, og tað er mín meining, at ein EBS-avtala - hvørki principielt, praktiskt og fíggjarliga, er nøkur góð avtala fyri Føroyar. Men tað er sjálvandi upp til føroyingar at meta um og gera av, hvussu ein ynskir at fara víðari fram.
Danir heilhjartaðir fyri at hjálpa Føroyum
Umframt ES-spurningin vóru eisini fríhandilsavtalur við londini í Eystureuropa og betri marknaðaratgongd fyri fisk og fiskavørur til ES umrødd á fundinum millum landsstýrið og uttanríkisráðharran. Niels Helveg Petersen vísir aftur, at tað í hesum málum er nøkur áhugakonflikt millum londini.
-Danmark arbeiðir heilhjartað fyri at loysa teir trupulleikar, sum Føroyar megu hava bæði í ES og í Eystureuropa.










