ÁKI BERTHOLDSEN
Mánadagin vórðu tveir skotskir bátar tiknir fyri ólógligan fiskiskap undir Føroyum..Teir vórðu tiknir sum teir lógu og avreiddu svartkjaft til Havsbrún í Fuglafjørði.
Talan er um tveir bátar úr Fraserburgh, sum er eitt sindur norðanfyri Aberdeen.
Løgreglan fór umborð á bátarnar at kanna teir, tí ongin fráboðan var um, at teir yvirhøvur vórðu komnir undir Føroyar at fiska.
Teir eru nú skuldsettir fyri ikki at hava hildið tær fráboðanarskyldu, sum teir hava mótvegis føroyskum myndugleikum.
Fleiri túrar í part
Nú løgreglan fór at kanna málið, kom hon eftir, at teir hava verið fleiri ferðir undir Føroyum, uttan at nakar hevur vitað av, og tað er brot á lógina .
- Teir hava ikki boðað frá, at teir yvirhøvur komu undir Føroyar at fiska. Teir hava heldur ikki boðað fiskiveiðieftirlitinum frá dagliga, hvat teir hava fingið, soleiðis sum teir eiga,
sigur politistøðin í Runavík.
Annar báturin, Conquest, hevur fyrr avreitt 748 tons av svartkjafti undan Føroyum til Havsbrún og hann hevur um 470 tons hendan túrin.
Hin báturin, Chris Andra, hevur áður avreitt 781 tons undan Føroyum og hann hevur um 400 tons hendan túrin.
Tilsamans hava teir avreitt 10 ferðir í Fuglafjørði undan Føroyum, men teir hava ongantíð boðað frá, at teir hava verið her.
Annars hevur avreitt seks ferðir og hin fýra ferðir.
Tilsamans hava teir fiskað um 2.400 tons.
Beint eftir miðdag í gjár fingu teir eitt sektaruppskot frá løgregluni. Sektaruppskotið ljóðaði uppá 10.000 krónur í part. Men seinast vit frættu, høvdu teir ikki tikið avgerð um, antin teir tóku av sektini, ella ikki.