»Eyga hyggjarans« er tann undgi, svarti hugsjónarmaðurin Henry Burton (Adrian Lester), sum er abbasonur ein borgararættindastríðsmann, og sum leitar eftir eini sak at stríðast fyri og eini fyrimynd at síggja upp til. Alt hetta heldur hann seg finna hjá tí liberala vuvernørinum Jack Stanton (John Travolta) og hansara vøkru og gløggu konu, Susan (Emma Thompson), so hann fer við í valstríð hansara og í tað lítla politiska familjusamanhaldið. Her verður hann skjótt ein av trúgvastu medarbeiðarunum saman við tí kyniska politiska stratekinum, Richard Jemmons (Billy Bob Thornton), loyalu Libby Holden (Kathy Bates), sum opið og erliga viðgongur, at hon er lesbisk og tí unga og skrappa miðlaráðgevanum, Daisy (Maura Tierney).
Men skjótt verður hann rivin út úr øllum illusiónunum. Stanton hevur eina ómettiligan sexualtørv, hvørs avleiðingar hótta við eini skandalu fyri og aðrari eftir, og áðrenn komið er á mál, hevur Henry verið drigin við gjøgnum alt politiska spælið og við øllum teimum skitnu metodunum, við øllum fortíðarinnar líkum í lastinum, tíðindahorum, korruptión og manipulatión. Og hann skal tvingast til at velja: Eru hetta umstøður, tú mást læra at liva við í veruleikanna heimi, ella skalt tú halda hugsjónarliga flaggið høgt.
Filmurin er grundaður skaldsøguna »Anonymous«, hvørs rithøvundur er ókendur og sum eftir øllum at døma hevur grundað hana á gjølla innanhýsisvitan. Hjúnarfelagarnir Stanton líkast ótrúliga nógv Clinton-hjúnunum.
Filmurin verður frumframførdur í Havnar Bio í kvøld.