Sum nevnt í greinini, so gevur skúlalógin møguleiki fyri, at næmingar kunnu fara út á arbeiðsmarknaðin í starvsvenjing. Hesin møguleiki er bert ein partur av tí samlaða arbeiðs-/ vinnu- og útbúgvingarkunnleika, sum næmingarnir fáa, meðan teir ganga í fólkaskúlanum. Hinvegin er tað ivaleyst tann partur, sum næmingarnir kenna sum tann týdningarmesta, og sum stendur klárast í minni teirra leingi eftir, at teir eru farnir úr skúlanum.
Starvsvenjingin gevur teimum m.a. høvi til betur at skilja, hvat tað vil siga at virka á einum arbeiðsplássi og fáa innlit í lívskorini hjá øðrum menniskjum.
Tað eru ikki so fáir næmingar, sum á henda hátt hava funnið sína rók á arbeiðsmarknaðinum. Tað hevur ikki altíð verið líka lætt at gingið ynski næminganna á møti. T.d. førdi kreppan fyrru helvt at nítiárunum við sær, at nær um alt virksemi helt uppat, so nógv arbeiðspláss ikki sóu seg før fyri at geva næmingunum eina starvsvenjing við nøktandi innihaldi.
Tíbetur er støðan batnað nakað nú, og arbeiðsplássini eru aftur sinnað at taka móti næmingum í starvsvenjing. Hetta er serliga gandandi á tí privata arbeiðsmarknaðinum. Tað hevði verið ynskiligt, at tey almennu arbeiðsplássini í sama mun góvu møguleika fyri starvsvenjing.
Í Danmark til dømis er tað ikki óvanligt, at bæði almenn og privat arbeiðspláss venda sær beinleiðis til skúlarnar og biða næmingar koma í starvsvenjing hjá teimum.
Tað er, sum sagt, ein vaksandi áhugi á arbeiðsmarknaðinum fyri at taka ímóti næmingum í starvsvenjing, bæði tí nógv arbeiðspláss á ein hátt kenna tað sum eina skyldu at gera tað, og tí teir ásanna tann stóra týdning, tað hevur fyri búningina av teimum ungu og tann týdning, tað kann hava fyri teirra yrkisgrein upp á sikt.
Arbeiðsplássini undrast tí ikki sørt, tá so nógvir skúlar ringja og biða um pláss samstundis, og tað er einki at siga til. Og hava tey lisið úttalilsini hjá O. J., sum jú er undirvísingarleiðari fyri allan fólkaskúlan, ja so kann eingin siga tey ringan fyri, at tey sita eftir við tí fatan, at starvsvenjingin fyri skúlan ongan týdning hevur og bert er eitt páskot fyri longdari frítíð. Tað er nógv fyri og ógvuliga hugstoytt, at ein persónur í hasum starvinum skal hava so lítla virðing fyri týdninginum av starvsvenjingini og so lítla vitan um, hvat fyriferst í skúlanum undan og meðan, næmingarnir eru í starvsvenjing. Starvsvenjing er undirvísing, og verður, sum øll onnur undirvísing, fyrireikað og eftirmett. Um undirvísingarleiðarin bert metir undirvísing, sum tað, sum hendir í flokshølinum, ja so stendur verri til í Fólkaskúladeildini í UMMS, enn eg trúði.
Mannagongdin er tann, at skúlarnir seta fram ynski um, nær teir kundu hugsað sær at sent næmingar sínar í starvsvenjing. Skúlin fær so at vita, um hetta ynskið er gingið á møti. Tá OJ sigur, at skúlin samstundis fær at vita, hvør/hvørjir aðrir skúlar eru úti samstundis, so passar hetta ikki. Okkara skúli ynskti eisini at senda sínar næmingar í 9. flokki eftir heystfrítíðina, men ikki fyrr enn ein hevði tosað við fleiri undrandi virkisleiðarar, fekk ein varhugan av, at her ruggaði ikki alt rætt. Ringdi tí til OJ fyri at kanna málið, og kundi hann upplýsa, at hann hevði latið 6 aðrar skúlar fara út samstundis, harav fleiri stórar skúlar. Hetta er tann føroyski arbeiðsmarknaðurin ov lítil til. Har var so einki annað hjá okkum at gera, enn at flyta tíðarskeiðið til síðst í november.
Fyrr samskipaði UMMS (tá Landsskúlafyrisitingin) starvsvenjingina, so sleppast kundi undan slíkum óneyðugum trupulleikum. Ein onnur orsøk var, at so slapst undan, at nakrir skúlar altíð skuldu senda sínar næmingar í starvsvenjing á vetrartíð og aðrir altíð um várið ella um heystið.
Hetta er ikki uttan týdning fyri teir næmingar, sum ynskja at sleppa til skips.
Nær Landsskúlafyrisitingin/OJ er sloppin sær undan tí sjálvsøgdu uppgávu at samskipa starvsvenjingarynskini, veit eg ikki. Men bert at blaka frá sær slíka uppgávu og geva starvsvenjingina upp fyri skutil, fyri síðan at geva skúlunum skuldina fyri óskilið, tað er ov vánaligt Olaus Jespersen, undirvísingarleiðari!
At so nógvir skúlar ynskja at leggja starvsvenjingina í samband við heystfrítíðina kemur av, at hon tá lættast fæst at passa inn í ársætlan skúlans. Hartil er eitt vaksandi tal av næmingum, sum ynskja at sleppa til skips í starvsvenjingartíðini (hjá okkum í Kommunuskúlanum ynskt fleiri enn 4. hvør næmingur - bæði gentur og dreingir at sleppa við einum skipi). Hetta er ivaleyst sama orsøk til, at hinir skúlarnir ynskja hetta tíðarskeiðið. Tá OJ fær tað til, at lærarar og næmingar bert royna at leingja sær heystfrítíðina, so sigur hetta meira um Olaus Jespersen enn um veruleikan í skúlunum.
Næmingarnir hava ikki frí, meðan teir eru í starvsvenjing. Teir skulu fylgja arbeiðstíðini á arbeiðsplássinum. Harafturat fáa teir upplivingar og erfaringar, teir fáa gagn av seinri í lívinum.
Lærararnir hava heldur ikki frí. Tá teir ikki eru úti á arbeiðsplássunum og vitja næmingarnar, so eru teir skúlanum til taks, t.d. sum vikarar fyri lærarar, sum eru sjúkir ella á skeiði.
Fremsta uppgáva hjá einum undirvísingarleiðara mátti verið at byggja upp, byggja brúgvar og annars virka fyri góðum samstarvi við skúlarnar og tey, ið har starvast, og virka fyri góðum samstarvi við teir stovnar og virkir, sum skúlin samstarvar við í gerandisdegnum. Eg eri bangin fyri, at úttalilsini hjá OJ virka júst øvugt.
Vónandi hava tey ikki skatt tað góða sambandið, sum starvsvenjingarleiðarar kring landið hava roynt at bygt upp við vinnulívið og stovnar, ov nógv.
Eyðun Djurhuus
Starvsvenjingarleiðari