-Tí fylgja vit nágreiniliga við í, hvat hendir í hesum máli, men hinvegin er tað púra greitt, at hetta er eitt mál, sum verður viðgjørt í Føroyum. So skjótt før-oyingar hava fingið greiðu á hesum og ynskja samráðingar, so eru vit tilreiðar til tess sigur Niels Helveg. Petersen.
Tit mugu fyrst gera av
Nú framstandandi danskir politikarar so sum formenninir í bæði sosialdemokratiska flokkinum og í Vinstra hava verið í Føroyum og her sagt sína hugsan um týdningin av ríkisfelagsskapinum, fær eisini oddamaðurin hjá teimum Radikalu spurningin, hvat flokkurin heldur um fullveldisætlaninar.
-Hetta er eitt kjak, sum føroyingar mugu hava í Føroyum, hvørjar broytingar tit ynskja, og tá tit hava gjørt tykkum hetta greitt, vilja vit í Danmark sjálvandi tosa um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til tað, og síðani kunnu tingingar fara í gongd.
Niels Helveg Petersen sigur annars, at hann kennir tað á sama hátt sum so nógvir aðrir danir gera, hetta at ríkisfelagsskapurin kann halda fram.
-Eg haldi, at ríkisfelagsskapurin er nakað gott. Eg seti hann sera høgt og síggi fegin, at hesin felagsskapur heldur fram.
Hugtakið suverenitetur
Spurdur hvør munurin er millum baltisku londini, sum vilja verða sjálvstøðug lond og Føroyar, sum ynskja suverenitet - fullveldi - sigur Niels Helveg Petersen:
-Eg havi ein trupulleika við orðinum suverenitetur. Eg havi ilt við at skilja, hvat hetta orðið merkir. Tað verður sagt, at Danmark er ein suverenur statur, men Danmark hevur pliktað seg til hópin av altjóða avtalum eitt nú í sambandi við ST, NATO og ES, sum gera, at suverenitetur í dag er eitt hugtak, sum ikki longur gevur nakra meining. Statir í dag eru meira bundnir at hvørjum øðrum, enn teir nakrantíð áður hava verið. Allur altjóða útviklingurin merkir, at statir eru noyddir til at samráðast hvør við annan á øllum møguligum økjum, handla við hvør annan og finna fram til felags avtalur. So eg havi nakrar trupulleikar við hugtakinum suverenitetur.
Niels Helveg Petersen sigur seg altíð hava havt stóran samhuga við ynskjunum hjá baltisku londunum at endurvinna sítt sjálvstýri og vísir á, at hesi londini í 30-unum vórðu sjálvstøðug lond, og tí var her talan um at fáa sítt sjálvstýri aftur, ið varð tikið frá teimum.
-Hyggja vit út yvir ta stóru europeisku myndina, so eigur ein at vera varugur við, at tað er ein grundfestur regul í Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi, at markini í Europa í dag liggja føst.
Sum dømi kann eg nevna Kosovo. Eingir statir viðurkenna rættin hjá Kosovo at gerast ein sjálvstýrandi statur.
-Kosovo er ein partur av Serbia. Trupulleikin her er, at Milosowitj hevur tikið víttgangandi sjálvstýrið frá íbúgvunum. Tað er ein trupulleiki , og tað er hetta, sum skal fáast uppá pláss.
Niels Helveg Petersen sigur víðari, at í mun til nógvar minnilutar í Europa viðurkennur man ikki uttan víðari, at t.d. baskarar og aðrir hava rætt til at seta ein stat á stovn. Ein viðurkennir heldur ikki, at ungarar í Slovakíinum uttan víðari hava rætt til at skipa eitt ungarskt samfelag í Slovakia ella at ungarar í Rumenia hava rætt til at skipa eitt ungarskt samfelag í Rumenia. Tí er hesin spurningurin ómetaliga kompliseraður og krevur nógv meira nágreiniliga gjøgnumgongd.
Føroyar og Danmark
Niels Helveg Petersen sigur víðari, at tá talan er um Føroyar, at um og tá tað fyriliggja greið ynski frá føroyskari síðu um samráðingar um broytingar í Heimastýrislógini, so eru teir frá danskari síðu tilreiðar til samráðing.
Uppá fyrispurning um Føroyar hava ein viðurkendan rætt til at gerast sjálvstýrandi statur sigur danski uttanríkisráðharrin:
-Tá og um tað fyriliggur eitt ynski frá føroyskari síðu at samráðast um Heimastýrislógina, so eru vit frá danskari síðu eisini tilreiðar til tess. Hetta hevur forsætisráðharrin sagt, og tað eri eg eisini førur fyri at siga her. Longur kann eg ikki fara her.
Á tíðindafundinum var løgmaður spurdur, um hann er samdur við uttanríkisráðharran, at orðið suverenitetur ikki gevur nakra meining.
-Tað er ein spurningur um at definera sigur Anfinn Kallsberg og vísir annars á, at tað longu er niðurfelt í avtaluna millum Danmark og Føroyar frá juni, at samráðingar skulu takast upp um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.
Løgmaður sigur, at vit í Føroyum fyrst mugu viðgera hesi mál, soleiðis at vit eru samdir, tá vit fara til samráðingar við donsku stjórnina.