gott land at búgva í, og lat okkum tí vísa komandi ættarliðum, at vit fara væl um tað, sum okkum er litið upp í hendi at umsita. Tilfeingið í sjónum hevur altíð verið og fer eisini í komandi tíð at verða [...] Seinastu tíðina hava vit javnan hoyrt lýsingar í útvarpinum frá Fiskiveiðueftirlitinum, um at leiðir verða stongdar, tí ov nógvur ungfiskur er í veiðini. Upp í fýra leiðir hava verið stongdar samstundis, [...] tað út til, at tað er júst tað, ið vit gera í løtuni. Tølini frá avreiðingunum vísa, at nógvur smáfiskur verður fiskaður. Avleiðingin er, at vit fáa ikki tað burtur úr fiskastovnunum í vekt og prísi, sum
Bjarnastein við Sosialin. Seinnapartin henda dagin í 1968 legði hann frá landi við bryggjuna í Nólsoy í froskmannabúna og setti kós ímóti eystara molhøvda í Havn. Í fylgi við honum var ein bátur við trimum monnum [...] eystri, fittligt av brotum og sjóvarfall, men hetta tyktist ikki forða Bjarna í at fremja ætlan sína í svimjing. Ferðin vardi í slakar tveir tímar og 17 minuttir og á ferðini steðgaði hann bert á ta einu [...] seinastu fyrireikingarnar gjørdar. Onkur annar hevði kanska bíðað í nakrar mánaðir aftrat til meiri hiti kom í sjógvin. Men Bjarni legði líka í tað: - Eg havi vant til tað nú, og nú skal tað altso verða! Hetta
smærri ørindi skuldu gerast í Havn. Hann hevur kortini eisini verið longri súkklutúrar í Skotlandi, ikki færri enn tvær ferðir, við dóttrini og einum abbasoni í 1989 og aftur í 1992. Men at fara á eina slíka [...] fyri at súkkla í summar á »Super Cycle« síni. Í gjár var løtan komin til at fremja hetta stóra súkklubragdið: Áðrenn nakar varnaðist tað og um sama mundið, sum fólk møttu til arbeiðis í høvuðsstaðnum, [...] Hellurnar í einum og sama degi, tað krevur bæði áræði, hug, kondisjón og rættiliga gott tol. - Tú veit, hvussu tað er: Man hevur slíkar útfordringar í høvdinum viðhvørt. - Eg havi fyrireikað hetta í eina tíð
felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið [...] eftir dystin segði dómarin var ein skandala. Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan [...] og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá. Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið
á landi. Nú er so Føroya Banki eisini komin við í leikin, men hesum bera tey ongan ótta fyri í Kaupthing. Var væntandi -Nú hava vit verið á marknaðinum í fýra mánaðir, og vit høvdu alla tíðina rokna við [...] at nørast. Hinvegin heldur hann, at tað í fyrsta umfari snýr seg mest um at greiða frá, júst hvussu alt hetta virkar, soleiðis at fólk kunnu kenna seg meira trygg í øllum hesum. At enda leggur Jan Otto afturat [...] forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan
umfatandi umvæling er í løtuni í gongd í Eiðis Kirkju. Stórur partur av gólvinum verður skiftur út. Gamalt skal umvælast og brúkast aftur. Sakristiið er broytt, og nýggj trappa er gjørd upp í tornið. Eisini skal [...] kirkjan var málað, var í 1963. Kirkjuráðið hevur ætlanir um at fáa bygt eitt wc upp í kirkjuna. Men sum skilst á formanninum, er tað ikki so líkatil at byggja upp í ein friðaðan bygning, sum Eiðis Kirkja er [...] at fáa í komandi tíð eisini, sigur formaðurin um fíggingina. Kirkjan hevur, sum sagt verið stongd síðan einaferð í vár. Og Hans Edvard Høghamar sigur, at tað kann vera, at hon ikki verðurtikin í nýtslu
tulin nettup leggur dent á, at vit ikki kenna andlitini. Málið í týðingini hjá Jákupi í Skemmuni er í høvuðsheitum lætt og rámandi, og í støðum dugir hann ómetaliga væl at taka til. Viðhvørt fer hann kortini [...] reisa seg í býrættinum og fáa meg at standa til svars. / Hann tveitti bótina inn í handskarúmið og hugsaði aftur um, hvussu vøkur hon var. Vøkur og freistandi. Síðani hugsaði hann um bollan, hann júst hevði [...] útyvir, at tað í støðum hevur verið skjótt atborið frá forlagið og týðara. At enda vil eg nevna, at Sherlock Holmes ikki hevur livað til fánýtis, tí júst hetta, at rossið ikki gneggjar er kjarnin í søguni »Silver
skúla og fekk prógv sum skipsførari mitt í 80unum. Hann gjørdist skjótt skipari og fekk soleiðis í verki høvi til at brúka tey leiðaraevnir, skaparin hevði lagt niður í hann frá fyrstantíð av. Hann hevði ein [...] íð honum fyrstu ferð stóð í boði at gerast skipari á føroyskum nótabáti, helt hann tað ikki vera rætt at taka av, tí hann var júst byrjaður sum skipari á stórum flakatrolara í Namibia. Hann vildi hava eitt [...] ikki á boðini og kundi játtað beinanvegin. Hann var í Namibia frá 1991 – 2004. Tíðliga í hesum tíðarskeiðinum rann tað saman millum hann og Vernu og í 1994 fingu tey dóttrina Amandu. Vit eru mong íð minnast
rammurnar sum heild skulu eisini verða í lagi, og tað er einki at ivast í, at í hesum førinum eru rammurnar í topp. Edward Fuglø hevur gjørt pallin, og tað er ein uppliving í sjálvum sær. Mangan hevur listamaðurin [...] klappa í einum sangleiki, har sjónleikararnir eru nærum hálvthundrað í tali. Hetta hevur leikstjórin, Eyðun Johannesen, tó megnað í uppsetingini av Ronju Ránsmansdóttir, sum fór av bakkastokki í Norður [...] Tveir dagar til høvuðsleiklut Í sambandi við frumsýningina leygarkvøldið bjóðaði stjórin í Tjóðpalli Føroya, Jenny Petersen, vælkomin beint undan sýningini. Hon segði í hesum sambandi, at leikurin tíverri
hann veruliga fall inn í spælið, men tá hetta so fyrst var gjørt, so steðgaði hann snøgt sagt ikki á aftur. Í so máta má næstan sigast, at tað er stórt spell fyri Jóhannis, at tað júst var hesa ferð, at hann [...] bestu á landsliðnum, og nú Óli Johannesen ikki var í verjuni, átók Jón Rói sær púra náttúrligt ein meira stýrandi leiklut. Er í nógvar mátar so framsíggin í spælinum, at honum als ikki nýtast at takla, tá [...] ynskiligt, at hann í størri mun sýndi sínar serstøku dygdir at flyta seg í tóm øki at fáa bóltin, men hinvegin var langa sendingin oftani farin, áðrenn Fróði var komin so langt. Sýndi tó eisini í løtum, at hann