Ein rættiliga umfatandi umvæling er í løtuni í gongd í Eiðis Kirkju. Stórur partur av gólvinum verður skiftur út. Gamalt skal umvælast og brúkast aftur. Sakristiið er broytt, og nýggj trappa er gjørd upp í tornið. Eisini skal øll kirkjan málast innan.
Eiðis Kirkja er 119 ára gomul og sostatt vorðin fornminni. Tað ber í sær, at ikki ber til at gera við kirkjuna, sum kirkjuráðið vil.
»Í grundini sleppa vit einki at gera sjálv, uttan bara at gjalda,« sigur Hans Edvard Høghamar, kirkjuráðsformaður á Eiði.
Við hesum meinar hann, at av tí, at talan er um fornminni, skal einki gerast við kirkjuna, uttan friðingarmynduleikar eru við og geva loyvi. Og tað kann eftir formansins meting vera tungt at arbeiða soleiðis.
Hans Edvard Høghamar sigur, at tað er rættiliga langt síðan, fyrireikingarnar til umvælingina byrjaðu. Kirkjan varð stongd einaferð í vár, meðan okkurt smávegis hevur verið gjørt. Men tað er ikki fyrr enn fyri heilt stuttum, at tað veruliga umfatandi arbeiðið er farið í gongd. Restin av tíðini hevur verið nýtt til tingingar og metingar um, hvussu best er at gera.
Gólvið í kirkjuni skal alt takast upp. Tað, sum brúkast kann aftur, skal eisini brúkast, hevur kirkjuráðið fingið at vita. Fornminni skilst. Sostatt roknar kirkjuráðsformaðurin við, at umleið helvtin av gamla trægólvinum verður nýtt aftur, meðan hin helvtin ikki kann brúkast.
Gólvið í skipinum er lagt við flísum eftir miðuni, meðan síðurnar báðar hava trægólv. Hans Edvard Høghamar væntar, at nýtt gólv verður lagt konufólkamegin, meðan tað gamla, sum brúkast kann aftur, verður lagt á aftur mannfólkamegin.
Eftir miðuni er flísagólv. Hesar skulu takast upp og pussast fyri síðan at verða lagdar á aftur í sama mynstri, sum tær hava ligið.
Men áðrenn gólvið kann leggjast á aftur, skal helst stoypast upp undir físarnar, soleiðis at tær ikki fara av lagi. Og undir trægólvinum verður nú grivið soleiðis, at longri verður millum undirsløgini og undirlagið. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan fukti, sigur Hans Edvard Høghamar, kirkjuráðsformaður á Eiði.
Tá skipið er liðugt, verður gólvið í kórinum tikið upp. Tað má helst skiftast út, alt sum tað er, metir formaðurin.
Sermerkta altartalvan í Eiðis Kirkju skal tá eisini pussast upp. Sakristiið er umvælt, og trappan millum bæði loftini ávegis upp í tornið er eisini skift út. Tá so alt , sum takast skal upp og skiftast út, er komið upp á pláss, skal øll kirkjan, sum hon er, málast innan. Úr torninum og inn í kór. Seinast, kirkjan var málað, var í 1963.
Kirkjuráðið hevur ætlanir um at fáa bygt eitt wc upp í kirkjuna. Men sum skilst á formanninum, er tað ikki so líkatil at byggja upp í ein friðaðan bygning, sum Eiðis Kirkja er. Her eru ymsar áskoðanir frá kirkjuráðnum og myndugleikunum. Men Hans Edvard Høghamar sigur, at tey hava gjørt kloakkina klára, so byggjast kann nær tað skal vera, um semja fæst um tað.
Hans Edvard Høghamar, kirkjuráðsformaður, sigur, at hetta stórarbeiðið helst fer at kosta oman fyri milliónina. Hann hevur ikki neyva kostnaðin enn, tí enn er málingaarbeiðið ikki boðið út.
Kirkjuráðið átti nakað væl av peningi, tá byrjað varð, og væntandi verður okkurt oyra at fáa í komandi tíð eisini, sigur formaðurin um fíggingina.
Kirkjan hevur, sum sagt verið stongd síðan einaferð í vár. Og Hans Edvard Høghamar sigur, at tað kann vera, at hon ikki verðurtikin í nýtslu aftur fyrr enn komandi vár. Tó vóna tey, at hon kann verða liðug til jóla.
Meðan kirkjan hevur verið stongd, hava allar kirkjuligar handlingar verið í missiónshúsinum. Tó varð konfirmatiónin í vár flutt til aðra kirkju í prestagjaldinum.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....