Hann kom, hann sá og hann svam

Í dag, fyri júst 40 árum síðani, var mikil rokan í Nólsoy. Ein ungur fuglfirðingur hevði tosað um at hann ætlaði sær at svimja allan teinin til Havnar. Nú var dagurin komin!

Nólsoy/Tórshavn: - Eg hevði hug at royna okkurt, sum eingin annar maður hevði gjørt frammanundan, sigur 66 ára gamli Bjarni Bjarnastein við Sosialin.

Seinnapartin henda dagin í 1968 legði hann frá landi við bryggjuna í Nólsoy í froskmannabúna og setti kós ímóti eystara molhøvda í Havn.

Í fylgi við honum var ein bátur við trimum monnum og einum smádrongi, sum kundu eygleiða hann, meðan hann skiftvíst svam við bringuni upp og við rygginum upp.

Tað var nakað av vindi av landnyrðingi eystri, fittligt av brotum og sjóvarfall, men hetta tyktist ikki forða Bjarna í at fremja ætlan sína í svimjing.

Ferðin vardi í slakar tveir tímar og 17 minuttir og á ferðini steðgaði hann bert á ta einu ferðina: Á bakinum hevði hann bundið fasta eina maltøl, og kom hon sera væl við her miðskeiðis í Nólsoyarfirði.

- Eg steðgaði á einar tveir minuttir, meðan eg tømdi fløskuna, og helt síðani leiðina fram, heilt til eg kom á mál, greiðir Bjarni frá.

Hann var ungur og í sera góðari venjing, og í samrøðu við eitt av táverandi føroysku bløðunum - 14. september - svimur hann uppundir eina aðra ætlan: At gera bragdið hjá Sigmundi umaftur, nevniliga at svimja úr Skúvoy til Sandvíkar. Henda ætlanin varð tó av ongum.

Eftir stendur kortini, at tríati ár frammanundan Bjarna hevði ein ung kvinna av Glyvrum svomið sama teinin. Týsdagin 6. februar í 1968 var tað hansara túrur.


Fyrst ein kvinna

Tað var ikki av besta veðri, henda kalda týsdagin fyri júst 40 árum síðani.

Fyri tann 26 ára gamla Bjarna høvdu veður og vindur kortini einki at týða: Dagurin var nú umsíðir komin, har hann skuldi inna manndómsbragdið.

Um morgunin hevði hann gingið spentur í bygdini og bíðað eftir røttu løtuni og rætta sjóvarfallinum at kunna leypa á bláman í froskmannabúna sínum. Og nú klokkan var farin av tvey, vóru seinastu fyrireikingarnar gjørdar.

Onkur annar hevði kanska bíðað í nakrar mánaðir aftrat til meiri hiti kom í sjógvin. Men Bjarni legði líka í tað: - Eg havi vant til tað nú, og nú skal tað altso verða!

Hetta var kortini ikki fyrstu ferð, at nakar svam um fjørðin. Júst 30 ár frammanundan hevði eitt konubragd - Maria Jacobsen, sum seinni varð gift Joensen og var mamma tað so kendu stríðskvinnuna Ingeborg Vinther - gjørt tað sama.

- At Maria svam um fjørðin var eitt veruligt bragd. Eg var í búna, men tað var hon ikki. Tað var ótrúliga flott gjørt av henni, sigur Bjarni.


Ein tími á muni

Nú var túrurin komin til hansara. Hann hevði fyrireikað seg væl við at svimja nógv á Fuglafirði, samstundis sum hann sá fram móti degnum, tá Nólsoyarfjørðurin skuldi inntakast.

Hjálparfólkini vóru nú til reiðar, og tað var Bjarni eisini, og tá klokkan var stundisliga 14:40:25 byrjaði ferðin tvørtur um Nólsoyarfjørð og við kós móti Havnini.

- Ja, tað vóru fleiri sum spurdu meg um, hví eg gjørdi hetta. Eg veit ikki, - eg hevði vant til tað sama, og so kundi eg akkurát tað sama bara leypa útí. - Tá Maria hevði megnað hetta, - hví kundi eg so ikki klárað tað sama?!, spyr Bjarni.

Tað var nakað av vindi - høgætt, landnyrðingur eystan, kanska eini 6 til 8 metrar um sekundið. Men hetta forðaði kortini ikki honum í at fullføra ætlan sína 2 tímar 16 minuttir og 57 sekund seinni.

Hann svam móti brimgarðinum í Havn og tá klokkan var 16:57:25 nart hann aftur við land hinumegin fjørðin.

- Ja, mangt broytist á mansins ævi. Tá Maria svam teinin, brúkti hon ein tíma longri enn eg. Men hygg nú. Teir sum svimja um fjørðin í dag, brúka ein tíma styttri enn eg, sigur Bjarni við einum brosi.






Næsta málið var Suðuroyarfjørður


Tað er jú ikki á hvørjum degi, at fólk soleiðis leypa á bláman við tí fyri eyga at svimja um ein fjørð.


Tá, eins og verið hevði í dag, vóru fjølmiðlarnir stórliga bilsnir av hesum bragdinum. Fyri Bjarna stóðu tí bæði tíðindamenn og myndamenn, tá hann kom aftur at landi.

Eitt av blaðfólkunum á Dimmalætting - tann so vælkendi -n. - skrivar lørdag 10. februar 1968 undir yvirskriftini "Hann svam um Nólsoyarfjørð", at Bjarni nú hevði gjørt Mariu kunstin eftir. Fyrsti spurningurin var, um tað ikki var kalt av svimja um fjørðin á vetrardegi?

"Undir vanligum viðurskiftum, ja, men í froskmannabúna bilar ikki, heldur tvørtur ímóti. Eg kendi tað heldur í heitara lagi undir ferðini av hesi grund; við svimjifótum og schnorkel bilaði annars ikki at koma fram", segði Bjarni við blaðið, og leggur aftrat at hann mangan hevði droymt um at gera eina slíka ferð.


Maltøl á bakinum

Næsti spurningurin frá blaðmanninum á Dimmalætting var, um nakað dramatiskt hendi á ferðini?

"Á, nei, ikki til tað. Eitt sindur øvugt kom fyri, at undir svimjingini komu bæði "Tjaldur" og "Tróndur" ov nær, og skóru mær kósina. Drabbut kendist heldur ikki sørt, tá ið eg var einar 1000 metrar frá brimgarðinum í Havn, men tað gekk.

"Ein lítlan støðg gjørdi eg á vegnum, men ikki í samband við bátin, ið fylgdi mær; eg kendi meg eitt sindur svangan, og so tók eg, meðan eg helt mær uppi, eina fløsku av maltøli, sum eg hevði við mær (á bakinum) og drakk hana. Hon styrkti meg væl, og eg kom fram í øllum góðum", greiðir hann víðari frá.

Seinasti spurningurin frá -n. á Dimmalætting er, um hann kundi hugsað sær at gjørt ferðina umaftur?

"Ja víst, og eg kundi hugsað mær, at ungfólk fóru undir fyri álvara at lykkja kappsvimjing um Nólsoyarfjørð á hvørjum ári upp í ítróttina á sama hátt, sum vit áður hava kappróður og aðrar kappingar".


Eg gjørdi tað bara fyri at gera tað

Í Sosialinum 10. februar 1968 verður staðfest stutt, at Bjarni var í froskmannabúna og svam bert við einum stuttum íhaldi uppá 2 minuttir og leskaði sær eina maltøl. Lagt verður aftrat, at hetta bragdið hevur ikki verið innt fyrr av mannfólki.

14. september hevur samrøðu við Bjarna eftir svmimjitúrin, og greiðir hann her frá, at hann hevði ikki iltfløsku og svam omaná alla tíðina, skiftvíst bringu- og ryggsvimjing.

Spurdur um, hann hevði havt hug at roynt okkurt annað strekki, er hann ikki avvísandi fyri tí. Hann tekur soleiðis til:

"Tað hevði verið spennandi at roynt Suðuroyarfjørð, úr Skúvoy til Sandvíkar. Men hvussu tað verður at gera hug til verk, tað veit eg ikki!"

Í dag, 40 ár eftir minniliga svimjitúrin staðfestir Bjarni bert stutt yvirfyri Sosialinum

- Eg gjørdi tað, bara fyri at gera tað!