Ein dagstourur hjá uppgearaðum súkklara

Meðan tær stóru súkklustjørnurnar kappast í Tour de France, hevur tann skjótt 81 ára gamli havnarmaðurin Martin Joensen framt eitt annað bragd: Í gjár súkklaði hann allan vegin úr Havn til Hellurnar í einum. – Eg takki bara Gudi fyri góðu heilsuna, sigur hann

Havnin/Hellurnar: 90 kilometrar!

Tað er teinurin sum Martin Joensen hevði sett sær fyri at súkkla í summar á »Super Cycle« síni.

Í gjár var løtan komin til at fremja hetta stóra súkklubragdið: Áðrenn nakar varnaðist tað og um sama mundið, sum fólk møttu til arbeiðis í høvuðsstaðnum, hevði hann lagt Oyggjarvegin aftur um bak, og var hann farin at nærkast Kollfjarðardali.

Hetta gav honum mót at halda fram í góðveðrinum. Tað var ikki ov heitt og ikki ov kalt, og tað lítla lotið sum var, forðaði ikki hesum raska manni í at fara norður gjøgnum Sundalagið og teir 40 kilometrarnar niðan á Eiðisskarð.

Tað eru uttan iva tey, sum hava súkklað henda teinin áður, men fyri Martin er hetta bert endin á eini ætlan, hann hevur havt í eina tíð.

- Eg vil ikki nakað serligt við hesum sum so. Eg ætlaði ikki at yvirvinna nakað, men bara súkkla mær henda túrin.

- Kanska eg geri ein longri túr einaferð seinni, sigur hann, tá Sosialurin kom fram á hann á vegnum millum Eiði og Funning.

Skal hann gera tað, er helst neyðugt at fáa gearini í lagi: Væl hevur súkklan fimm gear, men ólukkutíð fyri Martin, so riggaði bert eitt teirra.

Tað ger ikki bragd hansara minni!


Munur á fjøllunum

Tað er ikki júst tí, at hann hevur ætlað sær at fremja nakað bragd. Men í eina tíð hevur Martin gingið og fyrireikað seg mentalt uppá ein súkklutúr av slíkari longd.

Hann hevði kannað veðurlíkindini til hósdagin, og tá tey vóru eftir vild, var bara eitt at gera: At fáa sær eina góða hvíld frammanundan, og so fara árla á føtur. Sum sagt so gjørt.

Tey sum á Grønlandsvegnum vóru farin eins tíðliga á føtur og Martin, sóu helst henda mannin setast við súkkluna og síðani leggja leiðina avstað. Ikki er vist, at tey grunaðu hvørja ætlan, ið hesin 80 ára gamli maðurin hevði.

- Eg fór frá húsum klokkan seks og legði síðani leiðina eftir Oyggjarvegnum. Og tá klokkan var farin at nærkast hálvgum níggju var eg í Kollafirði.

- Eg haldi ikki, at tað er serliga stuttligt at koyra gjøgnum ein langan tunnil. Tá er munur á at fara niðan í fjøllini eina slíka morgunstund, greiðir Martin frá.

Ferðin hevði higartil gingið sera væl, og tá klokkan var farin at nærkast hálvgum trý, var ikki langt niðan til Eiðisskarð og hægsta fjall okkara, Slættaratind. Hann var tá staddur beint omanfyri Eiðisvatn.

Hetta er ein rættiliga drúgvur teinur við mótbrekku allan vegin. Tað forðaði kortini ikki Martini at setast við súkkluna og traðka niðan hesa brekkuna, eins og einhvør annar royndur Tour de France-súkklari.

- Nú komi eg skjótt niðan á, og so fer at rulla undan, sigur hann.


Heim til konuna

Hóast hesin túrurin av Eiði og niðan á skarðið er drúgvur, so hevði helst verið munandi strævnari, um hann skuldi súkklað úr Funningi og niðan á skarðið.

Hóast Martin nærkaðist hægsta staðnum á hesi leiðini, og nú hevði undanbrekka allan vegin oman til Funnings, var hetta ikki síðsta brekkan hann skuldi sigra á seinnapartin í gjár.

Ætlanin var at koma á Hellurnar einar tríggjar tímar seinni, haðani konan er ættað og frammanundan farin við fleiri børnum í eini hús, ið hon hevði arvað.

- Hon er farin hagar at fyrireika ein føðingardag hjá ommusoninum, sum verður í morgin (tað er: fríggjadag).

- Men eg skuldi helst verið komin uppá pláss áðrenn tað!, sigur Martin við einum brosi.

Hiðani av Eiðisskarði til Hellurnar væntaði hann at brúka einar tríggjar tímar, soleiðis at hann var frammi hjá konu og abbabørnum sínum um seks tíðina um kvøldið.

Óvist er, um hann hevur lagt ferðina so nágreiniliga til rættis. Í øllum er tað ein sannroynd, at klokkuni vantaði ikki nógvar minuttir í seks, tá Martin við brosi á kinn kom súkklandi eftir vegnum á Hellunum!


Kanska ein túr aftrat

Martin hevur altíð dámað væl at taka súkkluna, tá smærri ørindi skuldu gerast í Havn. Hann hevur kortini eisini verið longri súkklutúrar í Skotlandi, ikki færri enn tvær ferðir, við dóttrini og einum abbasoni í 1989 og aftur í 1992.

Men at fara á eina slíka ferð úr Havnini til Hellurnar í einum og sama degi, tað krevur bæði áræði, hug, kondisjón og rættiliga gott tol.

- Tú veit, hvussu tað er: Man hevur slíkar útfordringar í høvdinum viðhvørt.

- Eg havi fyrireikað hetta í eina tíð, og nú eri eg komin í helvt. So hetta man fara at ganga tað seinasta strekkið, sigur hann bjartskygdur og als ikki so pøstur, sum onkur kundi hildið.

Summi vildu helst mett, at ein maður í so høgum aldri fór at gera henda eina túrin, og síðani seta súkkluna í skúrin for good.

Men tað er kortini ikki vist, at Martin fer at gera tað.

- Nú taki eg henda túrin fyrst. Og so kann altíð henda, at eg geri ein túr aftrat onkutíð seinni.


Vatn og banan

Tá talan er um onnur stór brøgd, sum menniskju hava framt gjøgnum tíðirnar, er hetta eitt úrslit av planlegging í nógv ár fyri at røkka máli sínum.

Tá talan er um hesa ferðina hjá Martini hevur planleggingin ikki vart í so langa tíð – og súkklan heldur ikki júst ein slík, sum teir røttu Tour-menninir brúka.

- Nei, í so máta havi eg ikki fyrireikað meg serliga væl. Hygg bara eftir súkkluni. Hon er gomul og hon er eisini tung at súkkla við.

Tað er eisini neyðugt við góðum kosti til eina slíkan túr. Í einum posa á viðførisberaranum var ein posi festur, og her hevði hann lagt bæði bananir, súrepli og okkurt annað gott.

- Vatn havi eg ikki tikið við. Tað eru áir allastaðni fram við vegnum, so tað fái eg haðani, sigur Martin.

Tá ein leggur út á slíka ferð er sjálvandi umráðandi at ein mentalt er fyrireikaður uppá allar tær avbjóðingar og forðingar, sum kunnu møta einum á ferðini.

Ein tann størsta avbjóðingini hjá Martini mundi vera, um orkan framvegis var nóg stór til at hann kundi megna at fullføra ferðina.

- Hetta hevur verið ein strævin túrur, men kortini ikki strævnari enn eg hevði væntað, sigur ídni súkklarin. 




FAKTA


90 kilometrar

Teir 90 kilometrarnir hjá Martini úr vesturbýnum í Havn, eftir Oyggjarvegnum til Eiðis, Funning og til Hellurnar býta seg soleiðis, eftir upplýsingum frá Landsverki:

Havn (Oyggjarvegurin) – Kollafjørður við Sjógv = 26 km

Kollafjørður – vegamótið Eiði = 30

Eiði – Funning = 13

Funning – Funningsfjørður = 7

Funningsfjørður – Hellur = 14

Í alt = 90 km