Martin var fyrstføddi í tí, sum seinni skuldi vísa seg at gerast ein av Føroya størstu barnaflokkum – 13 systkin – 11 dreingir og 2 gentur. Tað var tíðliga greitt, at hesin drongur hevði fingið nógv góð evnir í vøggugávu, evnir, sum komu til kennar so hvørt hann vaks til.
Hann var sonur Eyðgerð, dóttir Anton Hansen, skipara og og Emmu Hansen, Gøtu og Bergur Petersen, keypmann, sonur S.P.Petersen (Pidda), keypmann og reiðara og Petru Petersen, Fuglafjørður. Henda lýsing av familjuviðurskiftunum kann vera ein hjálp til at skilja, hví Martin valdi sær sjólívið sum lívsyrki. Rákin av havluft við sjóvarmálan á oyruni við Gjógvará mundi saman við tætta sambandinum við abbarnar báðar kveikja hugin til sjógvin.
Martin var innløgumaður og hann vísti tíðliga áræði til at skapa hesar innløgur. Eygagóður sum hann var, vann hann sær virðing millum útróðrarmenn í Fuglafirði, har hann tíðliga í skúlaárunum gjørdist egnari aftaná skúlatíð. Mang man teggjan vera hann sum løn fyri hetta arbeiði hevur drigið eftir vegnum heim til mammuna.
Hann fór tíðliga til skips og leitaði víða fyri at nema sær kunnleika til ymiskar fiskihættir. Ungur fór hann uppá skúla og fekk prógv sum skipsførari mitt í 80unum. Hann gjørdist skjótt skipari og fekk soleiðis í verki høvi til at brúka tey leiðaraevnir, skaparin hevði lagt niður í hann frá fyrstantíð av. Hann hevði ein natúrligan mynduleika, sum er egin fyri góðar leiðarar. Hann var lærdur upp við húki, men hansara mandómsavrik vóru gjørd við meski á føroyskum partrolarum, føroyskum og canadiskum rækjubátum, namibiskum feskfiska- og flakatrolarum og føroyskum nótabáti.
Tá íð honum fyrstu ferð stóð í boði at gerast skipari á føroyskum nótabáti, helt hann tað ikki vera rætt at taka av, tí hann var júst byrjaður sum skipari á stórum flakatrolara í Namibia. Hann vildi hava eitt úrslit av hesi verkætlanini áðrenn hann tók seg aftur. Men tá íð hann eitt ár seinni aftur varð biðin um at koma til Føroyar, legðist hann ikki á boðini og kundi játtað beinanvegin.
Hann var í Namibia frá 1991 – 2004. Tíðliga í hesum tíðarskeiðinum rann tað saman millum hann og Vernu og í 1994 fingu tey dóttrina Amandu. Vit eru mong íð minnast samrøðuna, Tórur Mikkelsen morgunin eftir hevði í Útvarpinum við Martin og hansara lýsing av, hvussu eitt barn eftir tveimum so ymiskt littum foreldrum kundi síggja út. Eingin íð lurtaði kundi vera í iva um útsjóndina á hesum undurbarni. Í 1999 fingu tey eisini sonin Jónberg. Tað var uttan iva eisini hesi trý – konan og børnini – íð lógu honum á sinni tá íð hann skuldi taka støðu til at flya heim til Føroyar. Tá íð hann aðru ferð varð biðin um at flyta, kendist tað væl, at hann hevði tosað hetta væl og virðiliga ígjøgnum saman við Vernu og fyrireikað børnini. Tey vóru búgvin til at flyta.
Martin var familjukærur. Honum dámdi at vera heima í reiðrinum á Kambsdali og fjálga um og gera tað hugnaligt. Og hugnaligt var tað altíð at koma á gátt har. Hennara breiða smíl og hansara undirhald.
Hann spardi seg ongantíð fyri at geva familjuni upplivingar sum t.d. at koyra til Havnar ella Klaksvíkar fyri at svimja við teimum, ganga til fótbólt við soninum ella sum tá Verna fór ein túr til Namibia at ferðast í summar, ja, so fór Martin saman við børnunum at vitja beiggjan í Grindsted i Danmark eitt langt vikuskifti fyri at tey m.a. kundu fáa Legoland at síggja. Martin var ofta sjálvur at síggja gongutúr á vegnum millum Kambsdal og Fuglafjørð, men um Jupiter var í dokk á Skála kundi tú møta honum – kanska saman við Amandu – til gongu undir Valaknúkum á veg til Skálar.
Martinsa umsorgan røkk ikki bara til konu og børn. Ein freistast til at siga til øll sum hann kendi. I hvussu so er høvdu foreldur og systkin eitt stórt pláss í hansara hjarta og vit vóru helst mong onnur íð kendu okkum fevnd av hansara umsorgan. Hann minnti okkum á hetta við javnan at vitja, tá íð hann var heima ella í minsta lagi at sláa upp á tráðin. Tann stóri skarin íð fylgdi Martin úr Fuglafjarðar kirkju, vitnar eisini um menniskjanslig bond út yvir tað vanliga.
Martin elskaði natúruna og var í samljóði við hana bæði á sjógvi og landi. Og sólin – sum umboð fyri alla natúruna - kundi tí heldur ikki bara sær júst sum prestur kastaði jørð á Martin at brenna eitt stórt hol í regnskýggini yvir Nón og Gjógvaráfjalli fyri at heilsa hesum syni sínum. Mær untist at vera nakrar túrar á báti saman við Martin. Hann sá nakað í øllum og hevði ofta eina viðmerking til tað hann sá. Eitt alduskvatl, eitt streymkrak, ein mjørkaflóki, ein súla, eitt skýggj – alt hetta talaði onkusvegna til hansara og mangar av hansara viðmerkingum hava opnað míni eygu og oyru fyri onkrum, sum eg ikki áður gáaði eftir.
Góði Martin! Tú vart lívsglaður og ynskti at gleðast saman við okkum.
Fríggjakvøldið 20. juli bjóðaði tú okkum í føðingardag, sum hevði verið dagin fyri. Har var borðreitt við øllum góðum. Eitt herligt kvøld har familja, vinir og manning hugnaðu sær við práti og sangi til út á kvøldi.
Vikudagin seinni vart tú knappliga deyður. Alt rundan um teg varð tagnað, alt kendist stilt og eingin fann orð fyri hesum sorgarleiki. Vit grótu og syrgdu uttan orð. Tú lumpaði okkum, Martin. Og sama við eplaveltuni hjá tær. Hon undrast á, at eingin vitjar seg longur.
Tú eigur eitt stórt pláss í okkara hjørtum og vit eiga nógv góð minnir um teg. Sum eitt av teimum vilja vit nevna summari 1977 tá íð tú og Eyðun vitjaði okkum í Hanstholm. Tú 15 ára gamal, hálvvaksin, lummarnir fullir av pengum, sum skuldu brúkast til at keypa systkjunum okkurt gott fyri. Í tíni umsorgan fyri teimum smærru vart tú eisini tær sjálvum líkur. Ein lívsjáttandi summarferia, har altíð okkurt var á vási.
Jú Martin, vit fara altíð at fegnast um, at tú hevur verið til. Far í friði, góði vinur. Takk fyri títt trúfesti og hjálpsemi.
Góða Verna, Amanda, Jónberg, foreldur og systkin við familjum. Vit hava øll mist. Ella sum ein av manningini á Jupiter segði við meg: Hetta kemur illa við hjá okkum øllum. Hetta hava verið strevnir dagar, men tit hava gingið undan við at vísa okkum, hvussu vit kunnu koma víðari. Vit hava fingið lyftir um, at tað vera ikki lagdar størri byrðar á okkum enn vit kunnu bera ella kunnu fáa hjálp til at bera. Hetta hevur samveran í heiminum hesi kvøldini greitt víst okkum.
Vit drýpa høvur í sorg og lýsa frið yvir minnið um Martin
Haldis og Atli