?Tað eru ongi útlit til, at prísirnir á bensini og olju fara at lækka aftur fyribils.
? Tvørturímóti vænti eg, at bensinprísirnir fara at hækka enn meiri ein av komandi døgunum.
Tað heldur Niels Juel Nattestad, stjóri á Statoil í Føroyum.
?Prísirnir hækkaðu í farnu viku og tað tykist ikki, at gongdin fer at vendast fyribils. Tí vænta vit, at prísurin á bensini fer enn longur upp onkran av komandi døgunum.
Men um hann endar uppi á yvir níggju krónum fyri liturin, sum onkur spáar, er ilt at siga, heldur hann.
Men tað er tætt við, tí beint nú kostar blýfría bensini 8,73 fyri liturin og kaliumbensin kostar 8,86 krónur fyri liturin.
Eisini oljan er blivin nógv dýrari og hon er dýrka næstan eina krónu seinasta árið. Men nú um dagarnar er tað hlst bensinið, sum er dýrkað - og fer at dýrkað.
Fleiri orsøkir
Niels Juel Nattestad sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at prísirnir eru so høgir nú.
?Eitt er at goymslurnar verri enn so eru so stórar, sum ynskiligt er og tí kemur fjáltur á. Ein orsøk til tað er, at virksemið er vaksið nógv skjótari enn væntað eftir kreppuna í Asia, og tað hevur gjørt, at oljunýtslan er vaksin nógv skjótari, enn væntað.
? Somuleiðis tykist tað, at OPEC londini megnað at halda saman og at semjast um at halda framleiðsluna á einum ávísum støði. ? Londini, sum brúka olju, hava roynt at lagt trýst á OPEC londini um at hækka framleiðsluna, men tað er ivasamt, men tað hava tey higartil víst aftur.
Niels Juel Nattestad sigur, at ein OPEC fundur verður aftur í juni mánaða og tað er við stórum spenningi, at marknaðarlondini bíða eftir úrslitinum av tí fundinum, tí tað fær avgerandi týdning fyri gongdina í oljuprísinum framyvir.
? Men hartil kemur so eisini, at prísurin á olju verður oftani ásettur eftir, hvussu útlitini eru. Eru útlit til, at prísurin skal fara upp ella niður, reagerar marknaður frammanundan og hækkar ella lækkar frammanundan.
Og at enda nevnir stjórin í Statoil, at dollarin er bara gingin uppeftir, og tá ið olja verður goldin í dollarum, ger tað eisini sítt til, at oljan er blivin so dýr.
Hann nevnir t.d., at um árskiftið var dollarin uppi á 7,27 kr. men nú hevur hann verið heilt uppi á 8,37 kr. og vent. Sostatt er hann hækkaður meiri enn eina heila krónu uppá tríggjar mánaðir.
?Hetta er ein høvuðsorsøk til, at prísurin á olju og bensini eru so høgur, s igur Niels Juel Nattestad.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.
Dómararnir ímóti Toda?
Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.
Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.
- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.
Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.
Greið mál fyri framtíðina
At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.
- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.
Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.
Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.
Halda fast um gongdina
Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.
- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.
Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.
Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?
- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.
Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.
Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.