Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa alt at klappa í einum sangleiki, har sjónleikararnir eru nærum hálvthundrað í tali. Hetta hevur leikstjórin, Eyðun Johannesen, tó megnað í uppsetingini av Ronju Ránsmansdóttir, sum fór av bakkastokki í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.
Leikurin er snøgt sagt so góður, at tað er ivasamt, um tað er nóg mikið til av jaligum í føroyska málinum lýsingarorðum, ið kunnu lýsa leikin,.
Neyvan er nøkur orsøk til at fortelja søguna um Ronju Ránsmansdóttir, tí hana kenna tey flestu, og tí verður dentur heldur lagdur á avrikini á pallinum og uttan fyri pallin.
Tveir dagar til høvuðsleiklut
Í sambandi við frumsýningina leygarkvøldið bjóðaði stjórin í Tjóðpalli Føroya, Jenny Petersen, vælkomin beint undan sýningini. Hon segði í hesum sambandi, at leikurin tíverri bleiv raktur av sjúkum tveir dagar frammanundan. Hetta merkti, at Hjálmar Dam, ið annars skuldi havt ein væl minni leiklut, kom at spæla Mattas, pápi Ronju, ið er ein av avgjørdu høvuðsleiklutunum, fyri Høgna Johansen, ið tíverri var vorðin sjúkur. Tá ið eg sigi tíverri var vorðin sjúkur, so er tað ikki tí, at Hjálmar ikki megnaði sína uppgávu, tvørturímóti, men bert tí at Høgni var vorðin sjúkur.
Hjálmar skuldi annars røkja ein leiklut sum ein av ránsmonnunum hjá Mattas, ránsmannahøvdingi. At hava góð tvey samdøgur til at seta seg inn í ein so krevjandi leiklut, eru ikki júst tær bestu fortreytirnar fyri eini góðari frumsýning, men Hjálmar var maður fyri uppgávuni, og hann eigur reint UG fyri sítt avrik.
Mattas er í fleiri førum rættuliga leingi á pallinum í senn og hevur nógvar replikkir. Tí ræður um at duga tekstin uttanat, og hóast Hjálmar Dam kennir leikin frá byrjan til enda, so hevði hann altso bert vant replikkirnar hjá Mattas í tvey døgn. Hetta nervaði hann tó ikki, og uttan at vita betur haldi eg ikki, at hann nakrantíð stóð fastur teir útvið tríggjar tímarnar, ið leikurin vardi.
Kári fekk láturin at runga
Millum teir mongu sjónleikararnar á pallinum vóru bæði royndir og minni royndar kreftir. Ein av teimum mest royndu var ivaleyst Kári Øster, ið hevur leiklutin sum Skalla Per. Hesin Skalla Per er ein av ránsmonnunum hjá Mattas, sum tó er komin so mikið til aldurs, at hann ikki er við, tá ið farið verður út at ræna, men fyri tað mesta situr heima á Mattasar-borgini saman við Lovis, konu Mattas.
Skalla Per er ein løgin snigil, ið situr undir hvørjum orði, og so er hann eisini tann einasti av ránsmonnunum hjá Mattas, ið torir at siga høvdinginum ímóti. Viðmerkingarnar hjá Skalla Per til Mattas eru altíð sera speiskar og beinraknar, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at leikluturin er sum gjørdur til Kára Øster.
Bara Skalla Per vísti seg á pallinum, byrjaðu áskoðararnir so smátt at flenna, og opnaði hann munnin, so rungaði láturin um allan salin. Avrikið hjá Kára var so sannførandi, at var talan um ein amerikanskan film, var Kári ivaleyst innstillaður til ein Oscar.
Ung og trygg
Sjálvur høvuðsleikluturin sum Ronja Ránsmansdóttir verður leiktur av Barbaru Hentze í Stórustovu. Hóast Barbara einans er 16 ára gomul, so var hon ógvuliga trygg á pallinum, og tað er einki at ivast í, at tey fimm árini, ið hon hevur gingið á Dramaverkstaðnum hjá Hjørdis Johansen, hava givið Barbaru ein barlast, ið ger, at hon er so mikið trygg, tá ið hon stendur á einum palli. Hjørdis Johansen var millum áskoðararnar leygarkvøldið, og hon hevur ivaleyst verið errin av næminginum hjá sær.
Barbara prógvaði fyri áskoðarunum, at hon hóast sín unga aldur, saktans megnar at spæla ein slíkan krevjandi leiklut sum Ronja. Haldi eisini, at Barbara líkist einari Ronju, og tí var valið av henni til leiklutin ógvuliga heppið.
Ein annar ungur leikari á pallinum var Petur Meinhard Ellebye Andersen, sum spældi Birk, ið er sonur Borka, ið er argasti fíggindin hjá Mattas. Eins og Barbara tóktist Petur Meinhard ógvuliga tryggur á pallinum, og tey bæði vóru enn eitt dømi um, at vit í Føroyum eiga ein hóp av ungum og evnaríkum sjónleikarum.
Tað er ein vaksandi áhugi millum børn og ung fyri sjónleiki, og tað er lítið at ivast í, at sjónleikaraskúlarnir, bæði Dramaverkstaðið hjá Hjørdis Johansen og Sjónleikaraskúlin í Sjónleikarahúsinum í Havn, og aðrir slíkir kring landið, eiga sín stóra part av heiðurinum fyri hesum.
Rammurnar í topp
Fyri at ein sangleikur skal verða góður, er tað ikki einans nóg mikið við góðum sjónleikarum. Tónleikurin og rammurnar sum heild skulu eisini verða í lagi, og tað er einki at ivast í, at í hesum førinum eru rammurnar í topp.
Edward Fuglø hevur gjørt pallin, og tað er ein uppliving í sjálvum sær. Mangan hevur listamaðurin úr Klaksvík tikið okkum á bóli við sínum verkum, og soleiðis er eisini hesa ferð. Pallurin er fantastiskur, framúrskarandi, fangandi og bara flottur!
Tónleikin, sum danski tónasmiðurin Sebastian hevur gjørt, kenna vit øll, og tí var størri spenningur kanska um, hvussu teir einstaku leikararnir fóru at roynast sum sangarar. Júst á hesum økinum var framførslan ikki so fantastisk, tí summir av sjónleikarunum hava ikki somu sanggávur sum sjónleikagávur, men tá ið alt er so væleydnað, er hetta ikki nakað, ið oyðileggur heildina.
Tað taldi heldur ikki niður í heildarmyndini, at mikrofonirnar hjá leikarunum til tíðir vóru svikaligar, og hetta hevur ivaleyst bara verið ein byrjurnartrupulleiki, sum verður rættaður til seinnu sýningarnar.
Búnarnir og allir rekvisittirnir, ið verða nýttir, eru eisini ein týðandi partur av leikinum um Ronju, og tá ið alt soleiðis gongur upp í eina hægri eind, soleiðis sum tað gjørdi leygarkvøldið, skerst ikki burtur, at áskoðararnir fáa eina uppliving, ið tú sjáldan hevur møguleika at fáa her á landi.
Ikki fyri smærri børn
Søgan um Ronju Ránsmansdóttir verður vanliga mett sum ein søga fyri børn. Søgan er tó eitt sindur óhugnalig í løtum, og tí hóskar leikurin seg ikki til børn undir skúlalaldur. Hinvegin er leikurin ikki bert egnaður til børn, tí vaksin fáa minst líka nógv burturúr.
Tónasmiðurin Sebastian, ið hevur gjørt løgini til leikin, var sjálvur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, og hann segði við útvarpið sunnudagin, at eftir hansara tykki var leikferðin í so lág, men tað var upp til tann einstaka leikstjóran.
Kanska var leikurin nakað drúgvur, tí hann vardi nærum tríggjar tímar. Hinvegin so hugsaði tú als ikki um tíðina, meðan tú sat inni í myrka salinum í teimum nýggju og góðu stólunum, ið eru settir upp.
Øll tey, ið longu hava ognað sær atgongumerki til sangleikin, kunnu gleða seg, og tey, ið ikki hava útvegað sær eitt slíkt, eiga at skunda sær, tí upplivingin er allar pengarnar verd.