trygdardeildir. Nú hevur ákæruvaldið í Etiopia skuldsett svensku tíðindamenninar fyri at styðja yvirgang og fyri at taka lut í yvirgangsvirksemi. Tað sigur etiopiski stjórnartalsmaðurin Shimeles Kemal. [...] Tveir svenskir tíðindamenn, sum fóru ólógliga inn í Etiopia í juli mánað, eru nú skuldsettir fyri at styðja ein yvirgangsfelagsskap. Martin Schibbye og Johan Persson fóru úr Somalia um markið til Etiopia [...] Teir báðir sviarnir skulu fyri rættin tann 17. oktober. Svensku myndugleikarnir siga, at starvsfólk á svensku sendistovuni í Etiopia hava havt samband við teir báðar menninar, síðani teir vórðu settir
tilgongdin var stór. Í blaðnum stendur skrivað, at hóast umstøðurnar eru góðar nú, er eingin trygd fyri at tilgongdin er góð. Til hetta krevst eisini at nógv yngul kom undan í 2009, og tað veit mann ikki [...] Útlitini fyri svartkjaftastovninum eru bjørt, eftir at svartkjaftastovnurin minkaði niður í næstan einki seinastu fáu árini. Tað stendur í blaðnum Sjóvarmáli, sum Havstovan stendur fyri. Umstøðurnar í
mótmælisfólk søktu at forsetaborgini fyri trimum mánaðum síðani. Teir seinastu átta mánaðirnar hava fólk skipað fyri áhaldandi mótmælistiltøkum ímóti forsetanum, men hann hevur sýtt fyri at leggja frá sær [...] elvt til sera blóðugar samanbrestir. Tíðindastovurnar skriva, at hesa vikuna eru meiri enn 100 fólk deyð í bardøgunum, og eygnavitni siga, at bardagarnir millum hermenn og mótstøðufólk halda fram, nú forsetin
øllum at døma noyðist úr forsætismálaráðnum um nakrar dagar, ætlar sær at halda fram sum formaður í Vinstra og at leiða flokkin til næsta fólkatingsval. -Eg haldi fram til næsta val og ætli mær at dystast
sambandi við hjartasteðg, størri og smærri ólukkur og sjúkur. Aftrat hesum verður lært at brúka ein hjartastartara. - At duga at veita hjálp við einum hjartastartara kann hava avgerandi týdning fyri um lív aftur [...] Reyði Krossur fer nú aftur at skipa fyri skeiði í fyrstuhjálp og í nýtslu av hjartastartara. Skeiðið er upp á 15 tímar og verður hildið vikuskiftið 7. til 9. oktober í hølunum hjá Reyða Krossi í Havn.
Greenpeace at rinda bót, tí teir tóku seg upp á boripallin Leiv Eirikson úti fyri vesturgrønlendsku strondini í summar. Sambært rættinum var átakið ólógligt, og 18 av teimum 20 vórðu dømd fyri at hava sett [...] sett seg upp ímóti boðum frá myndugleikunum við at fara inn um tað ásetta trygdarøkið rundan um pallin. Í rættinum vórðu Greenpeace-fólkini dømd at gjalda millum 2.000 og 4.000 krónur í bót, og tað var nógv
Eftir at hava havt summarveður í fleiri dagar hava fólk í Sveis, Eysturríki og Suðurtýsklandi nú brádliga fingið kulda og kava at stríðast við. Tað byrjaði at kava seinnapartin í gjár, og seinnapartin [...] ein kuldabrúgv inn yvir landið, og mánanáttina var bara eitt hitastig í býnum. Veðurmenninir siga, at kavin verður ikki liggjandi, tí í vikuni rekur lýggjari luft inn yvir Alpurnar.
flúr nærhendis landi í síðsta mánað, og sum hevur staðið har síðani. Eina tíð stúrdu fólk fyri, at skipið fór at brotna tvørturav, men sum skilst er tann vandin ikki so stórur longur. Bjargingarliðini hava [...] nógvur fuglur er deyður av dálkingini. Umleið 1.300 bingjur eru umborð á Rena, og nú er ætlanin at royna at taka tær av skipinum.
Myndugleikarnir í Russlandi kunngjørdu í dag, at teir hava tikið ein kinesiskan ríkisborgara, sum royndi at fáa atgongd til loyniligar upplýsingar um russisku rakettverjuna. Sum skilst varð maðurin, ið [...] ákæruvaldið vil vera við, at hann hevur arbeitt fyri kinesiska verjumálaráðið. Kina hevur keypt nógv vápn úr Russlandi ígjøgnum mong ár, men í seinastuni hava kinesarar arbeitt við at menna rakettir, ið líkjast
í dag liðugur at landa rækjulastina, sum teir hava fiskað við Svalbard. Skipið hevur lagt veiðina upp í Kårvikhamn í Noregi, og veiðan liggur um 500 tons. Jóhan Joensen, reiðari, sigur, at rækjutrolarin [...] sigur reiðarin. Jóhan Joensen sigur, at 17 mans vóru við á seinasta túri, og skipari var Niklái Petersen. Nú teir loysa aftur í Noregi og fara enn ein túr til Svalbards at fiska, verður Bjarni Petersen á brúnni