Reyði Krossur fer nú aftur at skipa fyri skeiði í fyrstuhjálp og í nýtslu av hjartastartara. Skeiðið er upp á 15 tímar og verður hildið vikuskiftið 7. til 9. oktober í hølunum hjá Reyða Krossi í Havn.
Á skeiðnum fæst grundleggjandi frálæra um fyrstuhjálp - stig fyri stig - í sambandi við hjartasteðg, størri og smærri ólukkur og sjúkur. Aftrat hesum verður lært at brúka ein hjartastartara.
- At duga at veita hjálp við einum hjartastartara kann hava avgerandi týdning fyri um lív aftur fæst í ein persón, sum hevur fingið hjartasteðg, sigur Reyði Krossur. Tey, sum gjøgnumføra skeiðið við góðum úrsliti, fáa prógv, ið er góðkent av Dansk Førstehjælpsråd.