Forsetin í Jemen, Ali Abdullah Saleh, er komin aftur úr Saudiarabia, har hann hevur fingið viðgerð fyri løstirnar, sum hann fekk, tá mótmælisfólk søktu at forsetaborgini fyri trimum mánaðum síðani.
Teir seinastu átta mánaðirnar hava fólk skipað fyri áhaldandi mótmælistiltøkum ímóti forsetanum, men hann hevur sýtt fyri at leggja frá sær. Tvørturímóti hevur hann sent herin út á gøturnar ímóti mótmælisfólkinum, og tað hevur elvt til sera blóðugar samanbrestir. Tíðindastovurnar skriva, at hesa vikuna eru meiri enn 100 fólk deyð í bardøgunum, og eygnavitni siga, at bardagarnir millum hermenn og mótstøðufólk halda fram, nú forsetin er komin aftur.
Ali Abdullah Saleh hevur verið forseti í Jemen í 33 ár.