Greenpeace-limir bót í Grønlandi

Rætturin í Nuuk í Grønlandi dømdi í dag 20 limir í felagsskapinum Greenpeace at rinda bót, tí teir tóku seg upp á boripallin Leiv Eirikson úti fyri vesturgrønlendsku strondini í summar. Sambært rættinum var átakið ólógligt, og 18 av teimum 20 vórðu dømd fyri at hava sett seg upp ímóti boðum frá myndugleikunum við at fara inn um tað ásetta trygdarøkið rundan um pallin.

Í rættinum vórðu Greenpeace-fólkini dømd at gjalda millum 2.000 og 4.000 krónur í bót, og tað var nógv minni enn tær 20.000 krónurnar, sum ákæruvaldið hevði kravt.

Leiv Eiriksson boraði eftir olju fyri skotska oljufelagið Cairn Energy.