Kuldi og kavi í Alpunum

Eftir at hava havt summarveður í fleiri dagar hava fólk í Sveis, Eysturríki og Suðurtýsklandi nú brádliga fingið kulda og kava at stríðast við. Tað byrjaði at kava seinnapartin í gjár, og seinnapartin í dag var kavin meiri enn ein hálvan metur tjúkkur í meiri enn 1.000 metra hædd.

Broytingin í veðrinum var sera stór. So seint sum fríggjadagin og út á leygardagin vóru 25 hitastig í eysturríkska býnum Innsbruck, men í gjár kom ein kuldabrúgv inn yvir landið, og mánanáttina var bara eitt hitastig í býnum.

Veðurmenninir siga, at kavin verður ikki liggjandi, tí í vikuni rekur lýggjari luft inn yvir Alpurnar.