Tíðindamenn skuldsettir fyri njósning

Tveir svenskir tíðindamenn, sum fóru ólógliga inn í Etiopia í juli mánað, eru nú skuldsettir fyri at styðja ein yvirgangsfelagsskap. Martin Schibbye og Johan Persson fóru úr Somalia um markið til Etiopia saman við nøkrum stríðsmonnum hjá uppreistrarfelagsskapinum ONLF. Nakað seinni vórðu báðir tíðindamenninir særdir í einum samanbresti millum uppreistrarmenninar og trygdardeildir.

Nú hevur ákæruvaldið í Etiopia skuldsett svensku tíðindamenninar fyri at styðja yvirgang og fyri at taka lut í yvirgangsvirksemi. Tað sigur etiopiski stjórnartalsmaðurin Shimeles Kemal.

Teir báðir sviarnir skulu fyri rættin tann 17. oktober. Svensku myndugleikarnir siga, at starvsfólk á svensku sendistovuni í Etiopia hava havt samband við teir báðar menninar, síðani teir vórðu settir í varðhald.