Í Ný Sælandi hava bjargingarlið nú pumpað alla oljuna úr bingjuskipinum Rena, sum sigldi á ein flúr nærhendis landi í síðsta mánað, og sum hevur staðið har síðani. Eina tíð stúrdu fólk fyri, at skipið fór at brotna tvørturav, men sum skilst er tann vandin ikki so stórur longur.
Bjargingarliðini hava pumpað umleið 1.500 tons av olju úr skipinum, men umleið 350 tons fóru í havið, tí hol kom á ein av tangunum. Nógv olja rak inn á land,og nógvur fuglur er deyður av dálkingini.
Umleið 1.300 bingjur eru umborð á Rena, og nú er ætlanin at royna at taka tær av skipinum.










