Rækjutrolarin hjá kollfirðingum, Arctic Viking, sum fekk fulla last eftir einum mánaði á Flemmish Kap, roynir nú undir Eysturgrønlandi, har fiskiskapurin er misjavnur. Rækjutrolarin í Kollafirði, Arctic Viking, hevur landað av sínum fyrsta túri í ár.
Teir fóru til fiskiskap hin 13. januar og landaðu 435 tons av rækjum á Hafnarfjørðinum í Íslandi júst ein mánaða seinni - hin 13. februar.
Arctic Viking royndi hendan túrin á Flemmish Kap.
Jóhan Joensen, reiðari, sigur, at hetta var ein hampiliga góður túrur hjá skipinum, og sølan gav slakar 6 miljónir krónur.
Hann sigur, at prísirnir á rækjum sum heild hava verið rættiliga støðugir í longri tíð - eisini, nú prísirnir á øðrum fiskasløgum seinastu tvey árini hava verið skiftandi.
Reiðarin sigur, at Arctic Viking er farin nýggjan túr og fiskar nú í Eysturgrønlandi, har skipið eigur tilsamans 445 tons av rækjum.
Síðan teir komu á fiskileið fyri umleið einari viku síðan, hevur fiskiskapurin verið skiftandi, men onkrir dagar hava roynst hampiliga væl.
- Arctic Viking plagar at gera hálvan annan túr í Eysturgrønlandi, sigur reiðarin, Jóhan Joensen, sum eisini er formaður í Felagnum Rækjuskipum.