oljufelagnum liggja og bíða. Eitt sindur keðiligt, at vit ikki sleppa at skriva restina av søguni. Men vit kenna tað soleiðis, at vit hava verið við í teimum innleiðani kapitlunum, sigur Geir Atle Rishovd [...] Hydro m.a. hevur gjørt eitt yvirlit av føroyskum veitarum í sambandi við oljuvinnuna, og Hydro/Saga hevur eisini havt føroyingar til upplæring í felagnum. Eg vóni, at okkara íkast hevur ført til, at føroyska [...] hann hevur verið í Føroyum hálvttriðja ár. Fyrst sum leiðari á skrivstovuni hjá Saga Petroleum og seinastu tíðina, sum leiðari hjá Norsk Hydro. Soleiðis eru nú einaferð treytirnar í oljuverðini, og tað
Sveinur Tróndarson Løgreglan í Klaksvík hevði úr at gera fríggjakvøldið. Fólk var í býnum, men lagið var eftir øllum at døma ikki so gott, tí tað gjørdist handfast fleiri staðni. Í Bøgøtu gjørdist heilt galið [...] bardust teir í fleiri støðum. Vakthavandi í Klaksvík sigur, at sinnini kókaðu í Bøgøtu. - Allan vegin frá Atlantis og niðan til Lognbrá.var ein stórur bardagi, sigur vakthavandi á støðini í Klaksvík. Fyri [...] var eisini eitt stríð í sær sjálvum. - Tað var ikki so ógvusligt. Onkur hevði fingið okkurt prus, men einki álvarsligt. Kortini var tað trupult at skilja sundur, tí teir bardust í fleiri støðum. Løgreg
Um LÍF tapir í Sumba og ikki flytir upp í 1. deild, hava teir bert sær sjálvum at takka fyri tað. Leirvíkingar vunnu fyrra dystin um rættin at spæla í 1. deild komandi ár móti Sumba við tveimum málum móti [...] framvegis bestu kortini á hondini áðrenn returdystin, sum verður spældur á Krossinum í Sumba komandi vikuskifti. Útimál telja ikki í hesum samanhanginum, so um Sumba vinnur við einum máli ? líkamikið um tað er [...] móti einum, men serliga í fyrra hálvleiki høvdu teir kjansirnir til fleiri mál. LÍF byrjaði dystin sera offensivt, og tað virkaði, sum um sumbingar vórðu tiknir eitt sindur á bóli av hesum. Heimaliðið
klaksvíkingar komu meira við í spælið. Tó so, eftir at teir vóru skerdir til 10 mans, høvdu hvalbingar tvey skot á stongina og eitt á tvørstongina. Bólturin vildi tó ikki inn í málið, og tískil noyddust liðini [...] Í fótbólti er tað so, at tað eru málini, sum telja. Ikki er tað nokk at hava meginpartin av spælinum og so at siga allar málmøguleikarnar. Hetta noyðast hvalbingar at staðfesta eftir landskappingardystin [...] tin í 2. deild í Hvalba leygardagin millum Royn og KÍ. Royn legði hart út Hvalbingar løgdu trýst á verjuna hjá klaksvíkingum beinanvegin. Hetta gav eisini úrslit, tá ið bert átta minuttir vóru leiktir
sum nú fer undir at gera álvara av sínum ætlanum, um at stovna matstovu og dansistað í Skálatrøð. Hann keypti Kvøldlot í sínari tíð, og hevði ætlanir um at leiga hann, til teir, sum stóðu fyri virkseminum [...] hetta arbeiðið varð stegað, av tí at útlitini fyri at fáa skeinkiloyvi, ikki vóru til staðar. Tá Maxim og Royal Club, sum høvdu til húsa í Albert Hall á Argjum, lótu aftur, keypti Høgni Danielsen part av i [...] Danielsen, sum ikki veit, hvussu nógv fólk fara at arbeiða á staðnum. Spurdur um heitini Maxim og Royal Club borgar fyri, at hetta verða valastøð, sigur Høgni Danielsen, at tað helst verður í fínara lagi
framsýning í Danmark hittust teir og har spurdi Søren Ryge um møguleiki var at vitja í Kirkjubø. Tróndur bað Søren verða vælkomnan og hesa vikuna hava teir báðir ferðast ymsastaðir. Teir hava verið í haganum [...] við at gerast sera kendur listamaður í Danmark og aðrastaðir, sigur Søren Ryge. Søren Ryge dámar væl í Føroyum og hevur verið her fleiri ferðir. Hann er áhugaður í náttúru og list, so einki var meira [...] ferðina og arbeiðið, nú hann aftur fer av landinum í dag. Ein sending um Trónd spyrst burturúr, men um hon verður send í vár ella seinni á árinum er enn ikki greitt.
málverjin hjá EB/Streymi sín part av skuldini í. Eitt langt og ikki serliga vandamikið skot kom úr høgru, Karsten Vang valdi at tveita seg, sjálvt um tað ikki var neyðugt, hann misti bóltin út frá, ídni [...] mettir at vera ov lættir, og at teir skuldu fara av landinum. Men teir hava ikki viljað farið av landinum, og nú eru teir í Gøtu, uttan at vera bundnir av sáttmála við GÍ. Leygardagin var annar teirra [...] Vesturtún sum álit í verjuni, mál og sigursmálið ? hildu teir sjálvir. Conrad Joensen, sum stutt frammanundan var komin á vøllin, dró móti brotsteiginum, verjan drálaði, og Mortan Joensen í GÍ málinum hevði
at Kunningardiskurin í Vágum verður latin uppaftur. Ein skuldi ikki trúð, at tað var so torført at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag aftur, men her tykist alt verða koyrt upp í ein ellibita, so tað er [...] landið, fara um flogvøllin í Vágum. Fyri ikki at tosa um øll tey, sum dagliga ferðast um flogvøllin í vanligum arbeiðsørindum. Ein týðandi partur av ferðavinnu og flutningi annars er informatión - kunning. [...] hava arbeitt, kenna flestu okkara og skulu vit ikki endurgeva hana. Tó so, torført hevur verið at fáa nóg nógvar upplýsingar um, hvat veruliga er hent í hesum máli og hví. Hvør hevur ábyrgdina og hvat
partar í málinum - eisini Den danske Bank - er við í slíkari avtalu. - Den Danske Bank noyðist at taka støðu til málið. Vit vænta okkum svar frá Den Danske Bank í vikuni, sigur Nyrup Rasmussen í tíðindabrævinum [...] dagfest 24. februar. Í Landsstýrinum verður sagt til tað, sum Nyrup sigur um, ?at samráðingarnar millum partarnar ikki eru treytaðar av einum ein ávísum degi3, at Landsstýrið als ikki hevur nakra avtalu [...] Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, at Landsstýrið nú krevur at fáa svar í seinasta lagi 5. mars. Hetta hevur landsstýrið í samráð við serfrøðingabólkin gjørt av. Skal rættarmál reisast móti Fígging
Benetton barnaklæðini, sum bert fáast í hesum handlinum. Vandur klædnaseljari Nýggi eigarin í Sverrisgøtu er annars væl kend við at selja klæðir. Hon hevur arbeitt í handlum í fleiri ár, Har hon hevur selt m [...] selja barnaklæðir í Havn. Hertil kemur, at klædnaverksmiðjan Benetton hevur framúr góð barnaklæðir. - Úrvalið er fjøllbroytt og tilfarið er ótrúliga slitsterkt, fæst í alskyns litum, sum ikki litfarast, hvussu [...] seg við at fara til handils í Benetton, tí tey halda hesi klæðini kosta serliga nógv. Tað er als ikki so. Øll kunnu finna okkurt plaggið til børnini her, og klæðini kosta ikki meir enn onnur klæði, sigur